Ummæli: Kravravnar

Ummæli: Kravravnar
- Tað er fantastiskt at uppliva slíkan mimikk niður í smálutir. Avbera flott og hugtakandi avrik!
22.04.2015 - 16:15

Klokkan er fimm minuttir í seks eitt leygarkvøld. Fleiri fólk koma gangandi bæði frá høgru og vinstru. Øll fara sama veg. Tjóðpallurin er miðpunktið í kvøld. Hóast eg eri sein á veg, so eri eg ikki síðst inn um hurðina. Summi keypa sær atgongumerki við dyrnar, onnur hava bílagt áðrenn.

 

Í bíðirúminum - ja nú ljóðar tað næstan sum, at eg eri á sjúkrahúsinum, men hetta bíðrúmið er ikki einum bíðirúmi á sjúkrahúsinum líkt – her eru veggirnir myrkareyðir, kaffi og smákøkur standa á einum borði, plakatir frá gomlum sjónleikum hanga uppi á veggjunum. Hóast eg eri ung, so kenni eg fleiri av leikunum aftur. Plakatirnar vekja góð minnir. Eg elski at fara til sjónleik, og í kvøld skal enn ein nýggjur leikur upplivast.

 

Hurðarnar inn í salin latast upp. Sum nakað nýtt eru allir stólarnir nummereraðir. Summi geva sær ikki far um tað. Seta seg bara onkustaðni, tí tað plagdi mann fyrr.

 

Pallurin er ljósur, og alduljóð hoyrist í bakgrundini. Aftan fyri einar opnar glasdyr og stór ljós vindeygu sæst ein balkong, haðani mann helst sær oman á strondina. Ein reyður sofastólur og ein skulpturur standa vinstrumegin á pallinum. Á høgru síðu eru eitt borð við tveimum stólum og ein kamarshurð. Pallurin er einfaldur, vakur og stílreinur.

 

Les eisini: Handan leiktjøldini

 

Øll hava funnið sær sín rætta sess, og ljósið sløknar spakuliga. Nú byrjar leikurin.

 

Klassiskur tónleikur. Ein maður í ruskutum klæðum arbeiðir upp á ein skulptur mitt á gólvinum. Hvíti jakkin er dálkaður, buksurnar hanga, og hárið er trevsut. Hetta er Hans Tórgarð, sum spælir Adolf, ið er maður Teklu. Hinumegin situr ein maður við einum blaði í hondunum. Hann er í flottum klædningi, flott hár og onkrar smykkur á klædninginum. Uttan iva ein fínur maður. Hetta er Hjálmar Dam, ið spælir Gustav, fráskildi maður Teklu.

 

 

Prátið millum teir báðar, Gustav og Adolf, snýr seg serliga nógv um konu Adolf, Teklu. Gustav letst ikki at kenna konuna, og kortini veit hann somikið nógv um hana, at tað er misteinkiligt.

 

Adolf er sjúkur og tykist vera troyttur av lívinum. Tó elskar hann konu sína og metir hana sera høgt. Tey eru sum eitt. Tað lýsir hann væl, tá hann sigur, at "kvinnan er í mær og eg í henni (...) tá hon átti barn okkara, og hon fekk verkir, fekk eg eisini verkir."

 

Tess meira Adolf fortelur um bæði seg sjálvan og konuna, tess meira klárar Gustav at sáa iva um teirra hjúnalag. Gustav tykist at vera vitandi maður, ið gevur Adolfi góð ráð. Kortini viknar Adolf, meðan Gustav gerst størri. Báðir tveir duga teir sera væl at liva seg í leiklutirnar; Hans haltar við øðrum beininum, gerst kensluborin og tungur í huga, Hjálmar dugir sera væl at liva seg inn í leiklutin sum tann snildi, ið skal hava samkenslu við honum, hann hatar. Smáu rørslurnar í andlitinum og við fingrunum lýsa hann sera væl sum persón. Tað er fantastiskt at uppliva slíkan mimikk niður í smálutir. Avbera flott og hugtakandi!

 

 

August Strindberg, høvundurin at verkinum, skrivaði ofta provekerandi tekstir um kvinnuna. Hann er ofta skýrdur kvinnuhatari, hóast tað helst ikki er heilt rætt. Út frá fyrsta dialoginum millum Adolf og Gustav kemur ein provokerandi lýsing av kvinnuni. Tekla verður umtalað sum ein, ið bara sýgur alla megi úr monnunum. Menninir geva og geva, men hon bara tekur og tekur. Mann ímyndar sær hana sum ein vampýr, ið spakuliga sýgur alt blóð og alla orku úr monnunum. Hetta er somuleiðis størsta evnið í leikinum, hvør letur hvørjum hvat, og hvør skyldar hvørjum hvat fyri stóra gávublídni.

 

Myndin av Teklu broytist fullkomiliga, tá ið hon sjálv trínur inn á pallin. Ljósið broytist, litirnir eru heitir. Hon er í góðum lag og kemur sveimandi inn á pallin. Tekla er vøkur og elegant, og við sínum reyðu og tølandi varrum kann hon lættliga vinda ein mann runt um lítlafingur. Tað tola menninir bara ikki.

 

 

Tekla, sum Kristina Ougaard Sørensen spælir, vísir væl, hvussu kvinnan ger upp við ímyndina av konuni, sum er mansins ogn. Tekla er barnslig av lyndi, men kortini er hon onkursvegna meira vaksin enn menninir, sum báðir halda seg hava ognarrættin til hennara kropp og sál. Eyðkennini við nýbrotinum (tíðarskeiðið 1871-90) eru serliga, at mann gjørdi upp við yvirvaldið, fokuseraði upp á naturalismuna (tað at eygleiða menniskjuna sum undirlagda náttúruna, mótsatt romantikkini) og gjørdi upp við mansins sýni á kvinnuna. Kvinnan varð vanliga sædd sum mansins ogn. Hetta sæst millum annað, tá ið Adolf vil vísa sín autoritet og sigur við Teklu, tá hon ikki vil vera honum lýðin: "veitst tú ikki, at tú ert kona mín?" Tekla svarar tó aftur "og veitst tú, at tú ert maður mín?" Her ger Tekla upp við ta manschauvinistisku fatanina av, at konan er mansins ogn. Konan er ein sjálvstøðugur persónur, ið bæði dugir at hugsa og hevur egnan samleika.

 

Gustav samanber kvinnuna við slangur og blóðsúgvar. Eisini sigur hann, at kvinnan er ein talva, sum skal viskast og síðan skrivast á aftur. Maðurin skal sostatt uppala kvinnuna. Hesum finnur Tekla seg kortini ikki í. Hon vil sjálv taka avgerðir. Leikurin snýr seg eisini nógv um tað, ið menninir hava givið henni, og hon tikið ímóti. Teir halda seg ikki hava fingið nakað aftur frá henni, og tí halda teir, at hon stendur teimum í skuld. Sostatt standa teir eftir sum kreditorar, ið kunnu gera krav upp á at fáa nakað aftur frá henni. Tað er somuleiðis áhugavert at leggja til merkis orðavalið í leikinum. Leikurin snýr seg nógv um kærleika og tað at elska, men hetta verður lýst við búskaparligum orðum sum stjala, skuld, debit, kredit og ogn. Maðurin hugsar í roknistykkjum heldur enn í menniskjansligum virðum.

 

Gustav spælir eitt útspekulerað spæl, tá ið hann vil hevna seg á Teklu. Spurningurin er bara, um Tekla klárar at gjøgnumskoða hansara spæl og harvið um "klintan av garði má drívast," sum J.P. Gregoriussen yrkti í Brúðarvísuni.

 

 

Leikurin eitur á svenskum Fordringsägare, vanliga umsett til Kreditorer. Ein kreditorur kann gera krav á einhvønn, ið stendur honum í skuld. Ein banki er til dømis kreditorur, tá hann skal hava pengar inn aftur fyri eitt lán, ið ein kundi hevur tikið. Hanus Kamban, rithøvundur, hevur umsett heitið til Kravravnar. Leikurin snýr seg um krøv. Hugskotið er, at krav verður sett saman við navninum á einum rovfugli, sum m.a. er ein ravnur. Vit kenna eisini orðið búravnur, sum er ein, ið dregur inn undir seg. Í fluttari merking er ein ravnur ein høvuðkampur - ein persónur, sum dominerar. Við at seta krav saman við ravni, sum eisini er ein rovfuglur, er heitið Kravravnar sera hóskandi. Í leikinum er Gustav at líkna einum rovfugli, ið krevur at fáa nakað aftur fyri tað mista. Leikurin eitur tó Kravravnar – altso er heitið skrivað í fleirtal. Heitið kann sostatt skiljast sum, at tað bæði eru Gustav og Adolf, ið gera krav upp á kvinnuna. Tað kann eisini lesast sum ein lýsing av monnunum tá í tíðini – og kanska eisini í okkara samtíð. Hyggjarin kann sjálvur meta um tað.

 

Upprunaleikritið er gamalt (frá 1888), men tað eru hvørki sjónleikurin ella boðskapurin í leikinum. Laura Joensen hevur týtt leikin til gott og lætt føroyskt mál. Sjónleikararnir liva seg fult og heilt inn í leiklutirnar, sum um teir sjálvir eru persónarnir, teir spæla. Leikurin snýr seg um øvundsjúkuna, tá kvinnan fjeppast í øðrum monnum, og tað æviga maktstríðið millum kynini. Hetta eru eisini evni, sum vit dagliga síggja í amerikonskum filmum og sendirøðum – munurin er bara, at leikurin viðger evni skemtiliga, men eisini í djúpasta álvara. Sum hyggjari situr tú eftir við eini feitari kenslu av drama, skemti og álvara, ið hevur givið tær nakað at hugsa um. Eftir at hava sæð ein amerikanskan, vanligan og yvirfladiskan film, situr tú ofta eftir við eini kenslu, at hetta var enn ein kliché, sum ikki fær sett nakrar tankar í gongd. Sjónleikurin er tvørturímóti spennandi og hugtakandi, har hvør leikari og leikstjóri kunnu tulka leikritini ymiskt – tað hava teir tríggir sjónleikararnir og leikstjórin, Eyðun Johannesen, megnað so meistarliga væl!

 

 

Leikurin er langur, og dialogurin er tað berandi í leikinum. Leikurin er ikki einans krevjandi fyri sjónleikararnar - hann er eisini krevjandi fyri áskoðararnar. Tað snýr seg um fylgja væl við. At byrja við var tað eitt sindur trupult at fylgja við og fáa skil á støðuni, men kennir tú eitt sindur til leikin, so er nógv lættari at skilja. Hóast leikurin viðhvørt kann vera ringur at skilja, so er sjálvur sjónleikurin heilt fantastiskur at uppliva.

 

Dámar tær væl sjónleik, so er hesin leikurin heilt sikkurt gull verdur at uppliva!

 

Hygg eisini at myndarøðini, tá Røddin var handan leikpallin.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.