- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dragon Ball aftur á skíggjanum
Eftri at hava bíðað í næstan 20 ár kunnu Dragon Ball-fjepparar nú byrja at gleða seg aftur, tí skapararnir av kendu røðini hava fyri stuttum kunngjørt, at Goku aftur verður at síggja á sjónvarpskíggjum, sum høvuðspersónur í nýggju røðini Dragon Ball Super.
Dragon Ball Super verður sostatt fimta sjónvarpsrøðin, ið byggir á kendu 'manga'-teknisøguna Dragon Ball hjá Akira Toriyama.
Dragon Ball røðin snýr seg um sjey kúlur, ið kallast Dragon Balls, sum saman kunnu senda boð eftir einum stórum dreka, ið kann uppfylla ynskir.
Í røðini fylgja vit høvuðspersóninum, Goku, frá barndømi til vaksnamannaár, har hann ferðast kring allan heimin fyri at venja stríðsítrótt og at leita eftir kúlunum. Á sínum ferðum fær hann sjálvandi eisini góðar vinir, ið hjálpa honum at berjast móti sterkum fíggindum, sum eisini vilja ogna sær kúlurnar.
Enn mugu fjepparar tó bíða til Juli, tá røðin verður send í Japan, áðrenn tey sleppa at vita, hvat Dragon Ball Super fer at snúgva seg um.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |