- Tíðindi, mentan og ítróttur
Navnið á spøkilsisgentuni er óheppið
J.K. Rowling kann við fáum orðum seta kjak í gongd. Við bert 140 bókstavum hevur hon orsakað næstan líka nógv politiskt kjak, sum hevði Ed Miliband farið til Ibiza – í øllum førum millum Harry Potter lesarar, skrivar The Independent.
Tað byrjaði við, at ein lesari skrivaði til J.K. Rowling á Twitter. Hon spurdi: “Hvat var fulla navnið hjá Moaning Myrtle? Pápi mín spurdi meg, men eg visti ikki – eg kannaði tað, men fann onki”.
Í føroysku týðingini eftir Gunnar Hoydal eitur Moaning Myrtle á føroyskum stunandi Stina.
J.K. Rowling svaraði aftur, at “fulla navnið hjá Moaning Myrtle var Myrtle Elizabeth Warren”
Skjótt stóð tað kortini lesarunum greitt, at fulla navnið hjá Myrtle og navnið á Elizabeth Warren, sum situr í senatinum í Amerika, líktust ógvuliga nógv.
Aftursvarið hjá Rowling fór víða um. Hon royndi tó at bjarga tí við at svara aftur, at navnið á Moaning Myrtle og navnið á senatorinum í Massachusetts ikki høvdu nakað við hvørt annað at gera. Tvørturímóti argumentarði Rowling fyri, at Elizabeth er eitt klassiskt, enskt millumnavn.
Hóast Rowling hevur ávísar politiskar áskoðanir, so tykist tað kortini sum, at kedda spøkilsisgentan á vesinum í Harry Potter bókunum og senatorurin í Amerika av tilvild hava sama navn.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |