Nýggi Klovn filmurin seldur til útlond

Frank Hvam og Casper Christensen
Nýggi Klovn filmurin seldur til útlond
Filmurin ’Klovn Forever’ er longu á veg av landinum, áðrenn hann hevur havt frumsýning her í Danmark
14.05.2015 - 13:45

’Klovn Forever’, sum er tann næsti Klovn filmurin í røðini hjá donsku skemtararunum Casper Christensen og Frank Hvam, hevur frumsýning í Danmark í september. Men longu nú, áðrenn hann hevur havt frumsýning, hava fleiri útlendingar víst komandi filminum áhuga, skrivar DR. Og tískil hevur felagið Protagonist Pictures yvirtikið sølurættindini hjá nýggja filminum uttan fyri noðurlond.

 

- Vit eru so stolt av at vera partur av Klovn-heiminum, sigur Mike Goodridge, sum er ein av leiðarunum í Protagonist Pictures. Hann leggur aftrat, at tann fyrsti Klovn filmurin var tann stuttligasti filmurin, hann nakrantíð hevur sæð.

 

Mest seljandi danski filmur

’Klovn - The Movie’, ið kom út í 2010, varð tá sagdur at vera tann skjótast seljandi danski spælifilmurin í nýggjari tíð. Filmurin forvann meira enn 10 milliónir dollarar ella yvir 65 milliónir krónur bara í Danmark. Felagið Protagonist hevur eisini yvirtikið sølurættindini hjá ’Klovn – The Movie’ uttan fyri norðurlond.

 

Stórar stjørnur eru við

DR avdúkar eisini, at í nýggja Klovn filminum verða fleiri kendar stjørnur við. Millum annað Adam Levine, Isla Fisher og danin Nikolaj Coster-Waldau. Filmurin verður sum sagt frumsýndur í september í ár, og í skrivandi løtu eru Casper Christensen og Frank Hvam farnir til filmsfestivalin í Cannes at lýsa fyri filminum.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.