La vie d’Adèle (2013) er ein sterk, fronsk kærleikssøga, sum tú mást síggja.
ÍBLÁSTUR: Fimm øðrvísi filmar til vikuskiftið
Troyttast tú av vanligum rom-coms og actionfilmum, sum altíð hava tað sama plottið? So eru her fimm filmar, sum bróta mynstrið, og sum tú ikki fert at angra at síggja
27.01.2017 - 09:45

Me and Earl and the dying girl (2015)
Me and Earl and the Dying Girl er ein filmatisering av eini bók við sama heiti. Filmurin er ein coming-of-age søga og snýr seg um dreingin Greg og hansara besta vinmann Earl, sum brúka tað mesta av teirra tíð uppá at gera parodi filmar. Men tá teir gerast vinir við gentuni Rachel, sum júst hevur fingið staðfest krabbamein, broytist teirra fatan av tilveruni.

Hetta er ein rørandi søga, ið tekur nakrar av lívsins størstu spurningum upp, og tú fert næstan sikkurt at fella nøkur tár.

Beetlejuice (1988)
Beetlejuice er ein filmur av Tim Burton, og hetta er ein av hansara mest undirvurderaðu filmum – og tó tann filmurin, sum best fangar essensin av honum sum filmstjóra. Filmurin snýr seg um eitt ungt par, sum doyr í einari ferðslu vanlukku, og ikki nokk við, at tey skulu finna útav at vera deyð – so skulu tey eisini finna útav at ræða eina nýggja familju úr teirra húsi, og har fáa tey hjálp av “Bio-exorsistinum” Beetlejuice.
Filmurin er stuttligur, øðrvísi og løgin. Ert tú til filmar, har persónar, yvirtiknir av spøkilsum, kunnu finna upp á at gera eina feita koreografi til Day O? So er hetta heilt sikkurt filmurin til tín.

 

Aquarius
Aquarius er ein seria. Ja, altso ikki ein filmur, sum eg segði – men hendan serian er klárt verd at síggja, um tú hevur áhuga í 60unum, Charles Manson og krimi. Høvuðsleikluturin er spældur av David Duchovny, sum vit kenna úr eitt nú X-files og Californication, og eisini í hesari seriu hevur hann tað sama, sarkastiska og tó seriøsa lyndið. Serian gongur fyri seg í California í 60unum og snýr seg um politistin Sam Hodiak, sum fær til uppgávu at hjálpa við at loysa eina sak, ið allatíð vendir aftur til unga tónleikaran Charles Manson. Spenningur allan vegin ígjøgnum, og so er hon at síggja á Netflix.


Nymph()maniac (2013)

Nymphomaniac er ein tvey-parts filmur av Lars von Trier. Fyrsti partur byrjar við, at vit hitta Joe, eina sjálvdiagnoseraða nymfoman. Hon verður funnin bukað í einari síðugøtu av einum eldri manni, og hann tekur hana við sær heim. Her greiðir hon frá um sítt lív og tað at vera nymfoman, og vit fylgja henni frá hon verður fødd og inn í ungdómsárini. Í næsta parti er hon vaksin, og vit fáa innlit í tær myrkari síðurnar av, hvat tað inniber hjá henni at vera nymfoman.
Lars von Trier er kendur fyri at gera ógvisligar og hart rakandi filmar, og hesin er absolutt einki undantak. Hann kallar filmin triðja part í depressións sagaini, har Antichrist og Melancholia vóru áðrenn, og tað er ikki uttan grund. Filmurin er beiskur og als ikki fyri sartar sálir. Áh ja, og filmurin inniheldur eisini ordiligar sex scenur (um tú ert til sovorðið).
 

Blue is the warmest colour / La vie d’Adèle (2013)
Blue is the Warmest Colour er ein franskur filmur, ið snýr seg um 15 ára gomlu Adèle, sum ferðast inn í vaksna lívið. Hon verður fangað av eldru, bláhærdu gentuni Emmu, sum lesur list. Skjótt verður Emma partur av lívinum hjá Adèle, og tær birta eina sterka kærleikssøgu, sum strekkir seg yvir eitt áratíggju. Hetta er ein kensluborin filmur, ið gevur innlit í nakrar universellar trupulleikar á ein heilt øðrvísi hátt. Filmurin hevur vunnið heili 10 virðislønir og er heilt víst ein fílmur, tú noyðist at síggja.

 

Line Orfjell

JournalistKatrin Sigurpálsdóttir Kamban

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.