- Tá eg var 18 ára gomul, hugsaði eg, at hetta mátti eg gera okkurt við
Hóast tað er summarferia og langt tey flestu eru farin til eitt heitt land at ferðast og sóla sær, so er tað enn ein skúlagongd niðri í Hoydølum. Nóllywood er nemliga í hesum døgum
01.07.2017 - 16:26

Tikið myndir hevur: Hanna Davidsen

 

 

Nóllywood er ein Føroyskur filmsskúli, ið snýr seg um at gera film og at læra, hvussu nógv tað krevst at gera ein film uppá stutta tíð. Nóllywood byrjaði fyri fyrstu ferð fyri 7 árum síðani úti í Nólsoy. Her av kemst navnið ‘Nóllywood’. Filmsskúlin hevur áður givið góð úrslit, og til premierunar hava nógv fólk verið og hugt. Onkrir filmar eru enntá komnir við í Geytan, ið er ein filmskapping fyri føroyskar filmar.

 

 

- Filmsskúlin er fyri ung, ið eru millum 14 og 18 ár, tó hava undantøk verið, har vit hava havt onkran, sum er 13 ár og onkran, sum er 19 ár.

 

 

Sigur Maria Winther Olsen er fyriskipari av Nóllywood. Maria byrjaði Nóllywood, tí hon føldi, at ung í Føroyum hava ov lítlar møguleikar til at menna sín kreativitet, og serliga eru lítlir møguleikar innan film.

 

 

- Eg saknaði at kunna hava eitt stað at fara. So tá eg var 18 ára gomul, hugsaði eg, at hetta mátti eg gera okkurt við, so eg avgjørdi at senda ein teldupost til klippfisk, har eg skrivaði, “Hey klippfisk, eg dugi eitt sindur við filmi. Hava tit hug at gera ein filmsskúla saman við mær?”

 

 

Maria hevur hvørt ár verið fyriskipari, har hon hevur funnið gestalærarar, hølir, útgerð og nógv ymiskt, ið krevst til ein filmsskúla. Hon undirvísir eisini sjálv. Hóast Maria situr við nógvari ábyrgd, so hevur hon nógv onnur fólk afturat sær, og tað er hon sera takksom fyri.

 

 

- Størsta avbjóðingin við at fyrireika Nóllywood er at skula pakka eina stóra skrá niður í bert eina viku. Eg vil, at tey skulu læra so nógv, samstundis sum at tey eisini skulu fyrireika teirra filmar, filma, og ikki minst at klippa filmarnar. Tað ringasta er sum heild at fáa tíðina at strekkja.

 

 

Endamálið fyri Nóllywood er, at ung kunnu fara eitt stað at læra, at tey, sum brenna fyri filmi, skulu fáa ein kjans at mennast innan filmsverðina. Har eru eingin krøv, og øll eru altíð vælkomin.

 

Andrias Høgenni og Maria Winther Olsen

 

 

5 góð ráð frá Mariu um at gera film

 

1 – At lurta, og at man tímir at læra.

 

2 – At man torir at brúka seg sjálvan, at hyggja inneftir, og tora at fortelja um hendingar, ein sjálvur hevur havt.

 

3 – At finna nøkur góð fólk at gera film saman við. Man kann sjálvandi gera film sjálvur, men tað er ikki eins stuttligt, og so er tað eisini nógv lættari at arbeiða við góðum fólkum, filmur er so nógv og man kann ikki duga alt.

 

4 – At arbeiða við nøkrum kulum leikarum. Filmsfólk eru jú aftan fyri kameraið, og tí er tað feitt at kunna arbeiða við leikarum, ið tíma og duga at gera film.

 

5 – At man ongantíð skal geva upp, tí tað er bara at blíva við.

 

 

 

Vitja facebook síðuna hjá Nóllywood her

 

 

 

 

Røddin tosaði við tveir ungar luttakarar, Brandur Teitsson og Felisiu Helmsdal. Hoyr niðanfyri, hvat tey bæði halda um Nóllywood, og hvat teirra leiklutur í teirra filmi er.

 

 

Brandur Teitsson   

 

 

 Felisia Helmsdal

 

 

 

Les eisini: - Egið intiativ hevur stóran týdning

 

 

 

Ein vanligur dagur í Nóllywood

 

 

 

 

 

 

 

Les eisini: Filmslistafólkið velur yndisfilmar

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Til ber at síggja nakrar filmar, ið eru gjørdir á Nóllywood seinastu árini:

 

 

Tíðin - 2014

 

At liva við tí - 2015

 

Birting - 2015

 

Óvissa - 2015

 

Óttafet - 2016

 

 

 

Permieran fyri Nóllywood 2017 er sunnudagin 02.07.17, klokkan 15 í Hoydølum! 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.