Soleiðis yvirlivir tú eina náttarvakt

Soleiðis yvirlivir tú eina náttarvakt
Tað kann vera troyttandi at gera rutinuarbeiði nógvar tímar út í eitt - soleiðis fært tú tað besta burturúr tí
15.05.2015 - 19:30

Arbeiðir tú á einum arbeiðsplássi við longum náttarvaktum, har tað í stóran mun snýr seg um at fáa tíðina at ganga? Til dømis á einum fiskavirki? 

 

Náttarvaktir kunnu lætt kennast drúgvar, og tær taka hart upp á tína heilsu. So meðan tú allíkavæl skalt standa ella sita og gera okkurt ávíst rutinuarbeiði, kanst tú akkurát tað sama smekka oyratelefonirnar í og lurta eftir onkrum hugvekjandi ella stuttligum. Væl at merkja, um arbeiðsplássið loyvir tær at arbeiða við oyratelefonum. 

 

Eg havi funnið mær nakrar ókeypis ljóðappir á AppStore, sum hjálpa mær við at drepa tíðina, tá eg eri á náttarvaktum. Her eru tríggjar av teimum, eg plagi at brúka - gev tí eina roynd: 

 

 

Lær teg týskt

 

 

Hvat er betri enn ein góð spenningssøga.... á týskum? Vit elska øll at lurta eftir einari góðari søgu, so hví ikki útfordra teg sjálvan til at læra eitt nýtt mál samstundis? Á AppStore ber til at taka ljóðbøkur av Sherlock Holmes niður ókeypis. Har eru fleiri bøkur; byrja við Die Abenteuer von Sherlock Holmes. Hetta er ikki nýbyrjaramál, men hevur tú havt týskt í fólkaskúlanum, skuldi tú skilt okkurt. Tá tú skalt læra eitt nýtt mál, er ein týdningarmikil partur at lurta væl eftir málinum.

 

Gute Nacht Geshichte er eitt savn við 4 týskum góðanáttsøgum á umleið 12 minuttir hvør. Hesar eru munandi lættari at skilja enn Sherlock Holmes. Hav hesar ljóðbøkur koyrandi í oyrunum nakrar ferðir - lurta umaftur og umaftur - og tú fert ivaleyst at blíva eitt vet betri í týskum eftir eina tíð. Her fært tú tvær flugur í einum smekki: lærdóm og arbeiðstíð. Schlaf gut! er eisini eitt frálíkt savn av lættskiljandi týskum barnasøgum, men hendan er ikki ókeypis.

 

Týskt, spanskt, russiskt ella kinesiskt, ja málið er fyri so vítt upp til tín sjálvan. Vilt tú heldur læra teg okkurt annað enn týskt, so eru ljóðbøkur á flest øllum málum at finna. 

 

Finn títt yndis podcast

 

 

Podcasts eru fantastisk at hava. Føroyingar brúka tað lítið, men í USA er ein stórur marknaður fyri tí. Podcasts eru stutt sagt ljóð- og videoupptøkur, ið eru ókeypis at streama og downloada - men í hesum føri fokusera vit einans upp á ljóðpodcasts.

 

Har er fult av áhugaverdum podcasts til, sum snúgva seg um alt millum himmal og jørð. Tú finnur heilt sikkurt okkurt, sum hevur tín áhuga. Finn títt yndis-podcast og fylg við hvørja ferð ein nýggjur partur kemur út. Tíðin flýgur avstað, tá mann fordjúpar seg í einari feitari sending. DR og aðrar útvarpsstøðir leggja ein stóran part av teirra útvarpssendingum út í podcastformi.

 

Dømi um podcasts, eg fylgi:

 

TED Radio Hour – Slagorðið hjá successini TED er ”hugskot, ið eru verd at deila”. Hvør partur snýr seg um eitt ávíst tema, har hugskot, loysnir og áhugaverd sjónarmið eru í brennideplinum í form av fyrilestrum frá ymsum persónligheitum.

WTF with Marc Maron – Skemtarin Marc Maron hevur samrøður við skemtarar og onnur í sama umhvørvi; hann klárar altíð at fáa tað stuttligt. Hesum verður lurtað nógv eftir í USA.

Elektronista - Danska Christiane Vejlø frá Radio24syv fær gestir inn at tosa um tað nýggjasta innan fyri tøkni m.a. um áhugaverdar appir, sosialar miðlar og framtíðina innan fyri tøkni – nógv feit lifehacks!

Also - Ja, Kringvarpið hevur eisini nógvar sendingar í podcastheiminum. Tað er altíð hugnaligt at lurta eftir Also, har stuttligu gestirnir hugleiða um dilemmu hjá lurtarunum, soleiðis at tíðin flýgur. 

 

Um tín smartphone ikki longu hevur eina podcast-app innstalleraða, kanst tú altíð downloada eina. Til iPhone: Podcast – til Android: PodKicker

 

 

Spotify - eitt must

 

 

 

Ein náttarvakt uttan tónleik er dráp. Spotify er eftir hondini blivin partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Her er størsti partur av tónleikinum í heiminum savnaður á einum stað. Hevur tú ikki Spotify Premium, kann vera smart at gera tær ein playlista við tí, tú vilt lurta eftir. Við ókeypis útgávuni kanst tú nevniliga ikki skifta frítt millum sangirnar á telefonini, eins og tú kanst á telduni.

 

Spotify er eitt must, tá tú skalt sita ella standa leingi sama stað. Gagnnýt evt. tíðina, tú hevur, til at granska nýggjan tónleik. Spotify hevur nógvar funkur, sum gera tað lætt at finna nýggjan tónleik. Har eru eisini alskyns playlistar, tú kanst velja, alt eftir hvørjum lagi tú ert í. 

 

 

GG: Tað er ikki meiningin, at tú skalt blíva so burtur í týska málinum ella onkrum podcasti, at tú gloymir at arbeiða ;-)

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.