- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 strævin gerandisting
Danski Mikkel Sørensen hevur gjørt ein Instagram brúkara, sum kallast 10000tingjeghader (10.000 ting, eg hati, red.). Hann heldur tað vera stuttligt at hugsa um hvussu nógv smáting, vit í ríkaru londunum ikki áttu at øst okkum um, men sum vit veruliga øsast yvir.
Mikkel Sørensen leggur út myndir av afturvendandi gerandisøsingum, sum hann ikki er eina um, tí eftir minni enn eina viku hevur hann hevur fingið 21.000 fylgjarar.
Her eru 14 av teimum 10.000 gerandisøsingunum.
1. Krúllaðu oyramikrofonirnar
2. Tá dimsurin, sum mann opnar dósina við, brotnar
3. Fólk, sum leiðast, ímeðan tey súkkla
4. Tá síðsta strípan av skitti ikki vil í feiiskuffuna
5. Tá bussurin er fullur, og bussførarin høggur bremsurnar í
6. Tá mann leggur til merkis, at einki vesipappír er eftir... og tað er ov seint
7. Fólk, sum standa fyri á rullutrappunum
8. Kips í songini
9. Fólk, sum standa í kø til millum annað ókeypis ís
10. Tá mann smekkar bibbuna móti gáttini
11. Bluetooth headset - tí eingin er so týdningarmikil, at tað er neyðugt
12. Reyvasprekkan hjá øðrum fólkum
13. Líkagyldigar Facebook støður
14. Oyðilagdi løðarin
Fylg við á Instagram brúkaranum hjá Mikkel Sørensen, meðan hann finnur fleiri strævin gerandisting.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |