Tólv typur av instagrammarum

Tólv typur av instagrammarum
Hevur tú Instagram, hevur tú heilt víst myndir av tínum djóri, lekkrum mati ella neglalist liggjandi á síðuni
31.05.2015 - 15:30

Grafiski designarin og listafólkið, Joanna Zhou, hevur lagt til merkis, hvussu nógv myndirnar hjá fólki líkjast á Instagram. Hon avgjørdi at gera illustratiónir av tólv av myndunum, hon sá oftast hjá fólki. 

 

Síggj myndirnar niðan fyri og hygg, um tú kennir teg sjálvan aftur í teimum.

 

 

1. Tann við neglalist

Kennir tú fólk, sum leggja myndir út hvønn dag av ymiskari neglalist?

 

 

2. Tann við ballinum

Vís allari verðini, hvussu stuttligt tú hevur tað við eini blurry mynd frá einum býtúri.

 

 

3. Tann við lekkra matinum

Fá nógv likes, um tú klárar at finna tað lekkrasta av tí lekkrasta.

 

 

4. Tann við hot dogs beinunum

Ein slík mynd hoyrir til summarið.

 

 

5.  Tann við arbeiðsrúminum

Hetta er ein klassisk Instagram mynd. Tað einasta tær tørvar, er so nógva apple vøru, sum tú klárar at fáa hendur á. Og sjálvandi eisini okkurt slag av kaffi, sum tú á listarligan hátt hevur sett á myndina.

 

 

6. Tann við tí planløgdu spontanu myndini.

.

Tað er týdningarmikið, at myndin sær spontan út, hóast tað hevur tikið fleiri tímar av fyrireiking.

 

 

7. Tann við kelidjórinum

Sjálvandi skal tín hundur ella ketta eisini avmyndast á tínum Instagram.

 

 

8. Tann við útsýninum

Klikka eina mynd av tí tú sært júst í hesi løtu.

 

 

9. Tann við treningini

 

Myndatólið er sjálvandi við til hvørja trening.

 

 

10. Tann við interior designaranum

Eitt rúm uttan Hay innbúgv og Kähler vasar er ikki vert at hava á Intstagram.

 

 

11. Tann við DIY verkætlanunum

Verð kreativur og listarligur.

 

 

12. Tann við gávunum

Ein gáva frá sjeikinum ella damuni má deilast á Instagram.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.