- Tíðindi, mentan og ítróttur
Troytt av at bløða ígjøgnum?
Amerikanska fyritøkan "Thinx" er klár við eini nýggjari uppfining til kvinnur; einar trussur, sum virka júst sum eitt bind. Myndin niðanfyri vísir, hvussu trussurnar virka.
Nú er slutt við at bløða ígjøgnum og kanska eisini at brúka bind og tampong. Nýggja uppfinningin er gjørd sum eitt ískoyti ella sum ein erstatning av bindi og tampongum. Hetta er upp til kvinnuna sjálva, hvussu hon vil brúka trussurnar.
Trussurnar eru gjørdar í trimum yimskum avrikum:
1. Við súgvievni, sum svarar til eina hálva tampong
2. Við súgvievni, sum svarar til eina heila tampong
3. Við súgvievni, sum svarar til tvær tampongir
Ein av høvuðshugsanunum aftan fyri trussurnar er, at kvinnur ikki longur skulu verða noyddar at ganga í ommutrussum ella einum innleggi, sum følist sum ein blæða, hvørja fer tú hevur mánasjúkuna.
Verkætlanin er nú liðug, trussurnar eru komnar á marknaðin og kunnu keypast á heimasíðuni hjá Thinx.
Verkætlanin hevur tó tvær síður. Eisini kemur fyritøkan Thinx at framleiða bind, sum kunnu endurnýtast og vaskast til kvinnur í Afrika. Hetta hevur fyritøkan valt at gera, tí nógvar kvinnur í Afrika noyðast at gevast við útbúgvingini hjá sær, tí tær ikki kunnu fara í skúla, tá tær hava mánasjúkuna, og tí missa umleið eina viku av undirvísingini um mánaðin.
So fyri hvørt par av trussum tú keypir, verða 7 bind framleidd til eina afrikanska kvinnu.
Sí sjónbandið um verkætlanina niðanfyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |