Franka og Sissal á G!

Franka og Sissal á G!
Fleiri nýggj nøvn løgd aftrat á ársins G! festivali
10.06.2015 - 18:00

© Gunnhild Persson

 

G! Festivalurin var við, tá Sement finalan var í Reinsarínum herfyri. Sum vant valdi festivalurin ein bólk millum finalistarnar at spæla á festivalinum. Valið fall á Sissal, ið endaði á einum samlaðum øðrum plássi í kappingini. 

 

Sissal flutti heim til Føroya í 2012 eftir eitt ár á tónleikaskúla í London. Hon fór undir at samla tónleikarar í ein bólk at spæla teir sangir, sum hon tá hevði skrivað. Bólkurin hevur ment seg nógv seinastu trý árini, nakrar útskiftingar hava verið í manningini, og ljóðið er spakuliga vorðið teirra egna. Teimum dámar væl at royna seg fram og at eksperimentera. Sissal við røddini og tekstunum, og tónleikararnir í samanspælinum teirra millum. Alt við tí endamáli at bera fram eina søgu, har tað ektaða merkist. Huglagið er ofta melankolskt og ferðast eitt sindur ímillum tað heilt friðarliga, droymandi og tað rokkuta.

 

Í bólkinum eru:

  • Sissal Grækarisdóttir Magnussen - rødd
  • Ólavur Gaard - gittar
  • Árni Jóhannesson - bass
  • Kristian Pauli Ellefsen - tangentar
  • Hjørtur Pætursson Háberg - trummur

 

Franka

© Sonja Wang Hansen

 

Franka er oddakvinnan í bólkinum og spælir elektroniskan tónleik. Tónleikurin er melodiskur, men dregur elementir úr bæði poppi og avant garde. Onkuntíð er tað myrkt og speglar fortíðina hjá songkvinnuni í punk verkætlanini Helena Murr Murr, og aðrar tíðir er tónleikurin lívligur og festligur. 

 

Franka fevnir víða, og tónleikurin kann tykjast fjølbroyttur, men eyðkenda røddin knýtir alt væl saman.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.