- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólkið: Herdis Jakobsen
Herdis Jakobsen er 27 ára gomul og var liðug við illustratión og animatión á Coventry University í Liverpool í 2012.
Broytti fak
Herdis byrjaði at lesa fín-list, men legði skjótt til merkis, at hon var meira áhugað í at tekna myndir til søgur enn til sosialan kritikk, sum er væl umtókt í fín-listini. Hon valdi tí at broyta fak til illustatión, sum henni dámar nógv betri.
- Eg havi altíð verið áhugað í teknirøðum og illustreraðum bókum, og eg lesi nógv fantasy og sci-fi. Eg haldi, at tann áhugin gongur eitt sindur aftur í teimum motivunum, mær dámar at tekna. Eg gangi heldur ikki so høgt uppí, at tað, sum eg tekni, skal hava nakra djúpari meining, sigur Herdis.
Íblásturin kemur úr teknirøðum
- Eg dugi ikki so væl at siga, hvussu mín stílur er. Mær dámar væl at tekna reinar linjur, og eg arbeiði sum oftast við eini blanding av vanligum blýantstekningum og digitalum tekningum. Annars so haldi eg, at mín íblástur kemur nokkso nógv frá teknirøðum.
Fingið nógvar spennandi møguleikar
Síðani hon byrjaði at lesa illustatión, hevur hon havt nógvar spennandi uppgávur at arbeiða við innan hennara áhugamál. Hon hevur teknað føroyskar barnabøkur, og so hevur hon eisini arbeitt við einum telduspæli, sum kom út til Xbox 1 fyrr í ár. Hon hevur eisini fingið lærupláss á einum tattoveringstudio.
- Fyri umleið einum mánað síðani fekk eg lærupláss á einum tattoveringstudio, so tað er tað, eg arbeiði við í løtuni. Eg haldi tað vera spennandi at arbeiða við einari nýggjari rammu enn tí vanligu fyrakantaðu, sum eg havi arbeitt við við bókum og spølum. Tattoveringar minna nógv um at illustrera fyri meg, so tað er enn innan fyri tað, sum mær dámar at gera.
Herdis leggur aftrat, at hon er sera glað fyri at hava fingið so góðar møguleikar.
Herdis er at finna á Instagram á Herdis_tattoo. Her ber til at síggja fleiri myndir og fylgja við, hvussu tað gongur við at blíva tattovør.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |