- Tíðindi, mentan og ítróttur
Timburmenn?
Tey flestu av okkum hava upplivað tunga morgunin, ið kemur eftir eitt kvøld, har mann kanska fekk eitt lítið sindur ov nógv niðurum. Kanningar vísa, at heili 77% av teimum, ið drekka alkohol, fáa timburmenn dagin eftir.
Men hví fáa vit timburmenn eftir at hava drukkið?
Eyðkennini av timburmonnum so sum høvuðpína, ristingar, vaml, møði, dehydrering og leyst lív kenna nógv, men í veruleikanum veit mann relativt lítið um, júst hvat tað er við alkoholi, sum ger, at vit blíva so illa fyri.
Vatnmangul
Ert tú nakrantíð vaknað/ur við ringari høvuðpínu og einum munni, sum er so turrur, at tungan klistar føst? Alkohol elvir til vatnmangul, tí tað er sera landdrívandi. Tað fær teg til at pissa nógv og harvið missa nógva vætu úr kroppinum.
Tá vit mangla vætu, roynir kroppurin at endurnýggja mongdina av vætu í kroppinum við at læna vætu frá heilanum. Æðrarnar í kroppinum smalkast, og minni av blóði og oxygen kemur sostatt til heilan, sum roynir at viga upp ímóti hesum við at víðka um sínar egnu æðrar og hovna.
Hóast heilin ikki sjálvur merkir pínu, so kunnu vit merkja pínuna í hinnunum, ið verja heila okkara, og elvir hetta til eyðkendu høvuðpínuna morgunin eftir.
Alkohol er eitrandi
Búkurin hevur tað sjáldan gott aftan á eina langa nátt í býnum. Alkohol órógvar nevniliga búkin og invølini so mikið illa, at tað elvur til diarré og vaml.
Alkohol er ethanol, og tá ethanol kemur í kroppin, verður tað gjørt um til acetaldehyde, ið stutt sagt er eitt slag av eitur. Drekkur tú lítið ella sera seint, so klárar livurin væl at bróta tað niður, og merkir tú tí ikki nakað til tað.
Men drekkur tú harafturímóti nakrar snapsir innan stutta tíð, so klárar livurin ikki at fylgja við, og kroppurin verður eitraður. Hetta ger m.a. at mann verður fullur, men eisini at mann gerst sera illa fyri dagin eftir, tá kroppurin enn berjist fyri at niðurbróta eitrið.
Hvat kunnu vit gera?
Hóast har eru nógvir sokallaðir timburmannakurir, so eru tað fá ting, ið veruliga hjálpa kroppinum, tá ið hann er illa fyri. Tað, ið kroppinum tørvar allarmest, er tíð; tíð til at niðurbróta eitrið, og har er einki, sum kann framskunda ta gongdina.
Tó eru trý ting, sum kunnu lætta um sjúkueyðkennini:
1) Drekka nógv vatn.
2) Eta mat (hóast tú hevur vaml).
3) At fáa nokk av svøvni.
Men annars er bara at bíða, biðja kroppin um fyrigeving og at umhugsa sína raðfestingar í lívinum.
Vilt tú fyribyrgja timburmonnum næstu ferð, tú fert at ballast? So ber til at lesa meira um tað her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |