Hvør slettaði teg?

Hvør slettaði teg?
Er vinalistin á Facebook knappliga styttri enn áður? Ein nýggj app loyvir tær at síggja, júst hvør hevur strikað teg av tínum vinalista
08.07.2015 - 17:30

Tú skrollar ígjøgnum vinalistan og sært, at har eru onkrar vangamyndir, sum mangla. Tú verður ovfarin og roynir at minnast tey andlitini, sum eru horvin, men tey eru gloymd burtur millum tey hundraðtals, týdningarleysu andlitini, sum tú sært á Facebook hvønn dag. Tó irriterar tað teg kanska, at onkur hevur slettað teg á Facebook, og tú vilt gjarna vita hvør.

 

Les eisini: Nú kanst tú brúka GIFs á Facebook

 

Ein nýggj app, ið kallast Who Deleted Me?, fortelur tær, júst hvør hevur strikað teg av sínum vinalista, so tú veitst, hvørjum tú skalt vera firtin av. Hon fortelur tær tó eisini, hvør hevur deaktiverað sín egna profil, og sum tú tí ikki sært á tínum vinalista longur - soleiðis at tú ikki øsir teg um einki.

 

Sær ikki langt aftur

Hóast tað kanska er spennandi at vita, hvør hevur strikað teg av vinalistanum ígjøgnum árini, so loyvir appin tær einans at síggja, hvør slettar teg aftan á tú hevur innstallerað hana á telefonina og kann tí ikki hyggja langt aftur í tíðina.

 

Who Deleted Me fæst bæði til iPhone og Android og sum eitt extension til Chrome. Hvørt mann dámar hugskotið aftan fyri appina ella ikki, so fær hon okkum ivaleyst til at hugsa okkum betri um, áðrenn vit strika fólk av vinalista okkara næstu ferð. 

 

Ætlar tú tær at brúka appina, ella heldur tú, at vit skulu sleppa at strika fólk av okkara vinalistum uttan at varskógva tey?

 

Les eisini: Hvat hendir við vangamyndini, tá tú doyrt?

 

Kelda: DR

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.