Röddin viðmælir: Hetta skalt tú hoyra á G!

Röddin viðmælir: Hetta skalt tú hoyra á G!
Hevur tú lagt tær ætlanir fyri, hvat tú skalt hoyra á G! komandi dagarnar? Her eru 4 nøvn, sum eru verd at kekka út
15.07.2015 - 14:30

Punjab (FO)

Punjab er uttan iva ein av mest lovandu bólkunum, ið Føroyar hava at borðreiða við. Um nakar klárar at seta gongd í eitt ball, so eru tað ungu havnadreingirnir úr Punjab. Teir spæla lívligt rock n’ roll, og við energiska forsangaranum, Árna Jóhannesarson, á odda, er ringt ikki at ynskja seg aftur til 50’ini. Prikkurin yvir i’num er saxofonin, sum Matthias Kjølbro meistrar at seta inn í rockin og harvið eisini geva eitt jazzut element frá sær. Hesar koma vit í øllum førum at hoyra nógv til í nærmastu framtíð.

Punjab spæla í morgin, hósdag, klokkan 17:00 á spæliplássinum.

Dizzy Mizz Lizzy (DK)

Teir verða mettir at vera í toppformi akkurát nú. Konsertin á G! er partur av teirra stóra comeback, eftir ikki at hava verið virknir í fleiri ár. Danski ungdómurin í 90’unum svølgdi tónleikin hjá Dizzy Mizz Lizzy rátt, og tað ger ungdómurin í dag eisini. Teir eru kendir fyri altíð at geva seg 100% til live konsertir og skuffa ongantíð. Forsangarin, Tim Christensen, skuldi spæla á G! í 2013, men varð eftir í Danmark, tí flogferðslan varð avlýst orsakað av ringa veðrinum. So man ikki hann fer at gleða seg eyka nógv til endiliga at sleppa at spæla á Gøtusandi? Tað verður heilt sikkurt eitt brak av einari konsert.

Dizzy Mizz Lizzy spæla leygardagin á sandinum klokkan 22:40.

Konni Kass (FO)

Við sínari vøkru fólksligu rødd sang Konni Kass seg til eitt fyrstapláss í tónleikakappingini Sement í apríl í ár. Hon fekk alt til at standa stilt í reinsarínum, og dómararnir kallaðu hana ein heilan artist. Konni Kass er ein singer/songwriter sum við bólki spælir róligan popp við einum elektroniskum twisti. Hon er eitt spennandi navn, sum vit ikki hava sæð nógv til í Føroyum áður, so Konni er ein, vit mugu halda eyga við.

Konni Kass spælir fríggjadagin klokkan 16:45 á spæliplássinum.

Kiasmos (IS/FO)

Knappliga vóru teir har. Knappliga hava teir spælt runt alt Evropa og hava fleiri hundraðtúsund hyggjaratøl bæði á Youtube og Spotify. Tað hevur gingið skjótt hjá føroyska Janus Rasmussen og íslendska Ólafur Arnalds, og tað er bara eitt tekin um, at teirra techno tónleikur virkuliga røkkur inn til fólk. Heilt klárt vert at kekka út, tí sum tað sær út nú, gongur tað bara fram eftir hjá techno duoini.

Kiasmos spæla hósdagin klokkan 20:55 á spæliplássinum.

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.