Sólin skínur, og lagið er gott á Country- og Blues festivalinum

Sólin skínur, og lagið er gott á Country- og Blues festivalinum
Seinni dagur á Country- og Blues festivalinum er í dag. Les um hann her og síggj myndir av hugnaligu Sørvágsbygdini
11.06.2016 - 19:15

Hóast EM verður spælt í løtuni, forðar tað ikki fólki í at fara út at njóta góða stemningin á Country- og Blues festivalinum í Sørvági. Sólin skínur, lagið er gott, og countrystemningurin er sera eyðsýndur; fyriskipararnir hava gjørt nógv burtur úr við at gera bygdina til eina hugnaliga Western-kenda bygd. 

 

 

Hugnalig “Western Saloon”, har til ber at fáa sær okkurt at drekka til live countrytónleik. 

 

 

Um lítla løtu fer Punjab sum tann fyrsti bólkurin at spæla á stóra palli í kvøld. Annars verða nøvn sum Tinganest, Hallur Joensen, Bluesette og Danni Leigh eisini at hoyra seinni í kvøld. 

 


Fyriskipararnir hava eisini júst boðað frá, at hæddarpunktið frá í gjár, Axel O. & CO úr Íslandi hava játtað at spæla umaftur, av tí at Johan í Kollafirði hevur givið avboð. Teir fara á lítla pall kl. 01:30.

 

 

Festivalurin bjóðar eisini nógv ymiskt stuttligt til børnini, og tey lata væl at. Her er eitt "Jail". 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.