- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjakfundur um lestrarstuðul og Fróðskaparsetrið
Korini hjá teimum lesandi í Føroyum eru ikki tey somu sum í eitt nú Danmark. Fróðskaparsetrið og lestrarstuðulin hava mangan verið nakað, sum hevur verið kastað aftur og fram á politiska pallinum. Í kvøld tekur MFS hetta evni upp.
Í samband við løgtingsvalið skipar MFS fyri politiskum kjakfundi um hægri lestur í Føroyum í kvøld, týskvøldið 25. august, í Perluni í Tórshavn. Evnini verða lestrarstuðul og útbygging av Fróðskaparsetrinum. Umboð fyri politisku flokkarnar fara at greiða frá sínum sjónarmiðum og at kjakast.
Skráin fyri kvøldið er:
19.30: Dyrnar lata upp
20.00: MFS bjóðar vælkomin
20.05: Gestur Hovgaard hugleiðir um framtíðar avbjóðingar innan hægri útbúgvingar í Føroyum.
20.20: Steðgur
20.30: Kjakfundurin byrjar
22.00: Tiltakið endar
Rógvi Nybo verður orðstýrari. Tiltakið er ókeypis. Les meira um tiltakið her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |