- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindaskriv: Tiltak fyri útisetar um løgtingsval
Sum lesandi uttanlands hevur tín atkvøða til løgtingsvalið eisini stóran týdning fyri Føroyar. Men ivast tú í, hvar og hvussu tú sum útiseti kanst atkvøða, tá restin av Føroyum seta sín kross 1. september?
Les eisini: Tí skalt tú fara á val
Mánakvøldið 3. august skipar Tjóðveldi fyri einum kunningartiltaki fyri útisetar um løgtingsvalið. Tiltakið byrjar kl. 20 og verður í Perluni. Umboð fyri Tórshavnar kommunu og Almannaráðið fara at greiða frá mannagongdini og svara spurningum. Eisini vera umboð fyri MFS við.
Systkini, Eyði og Marianna Højsted Horsdal, fara at spæla og syngja nøkur løg.
Les eisini: Minst til at søkja um upptøku á vallistan
Skráin fyri tiltakið sæst niðanfyri:
Kl. 20.00: Umboð fyri Tjóðveldi bjóðar vælkomin og sigur frá skránni
Kl. 20.10: Jónas Tór Næs fulltrúi á Almannamálaráðnum greiðir frá mannagongdini við skrásetingini til at atkvøða. Síðani fara umboð fyri Tórshavnar kommunu at greiða frá.
Kl. 20.45: Spurningar og svar
Kl. 21.00: Tónleikur
Kl. 21.15: Liðugt
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |