Hug til list?

Hug til list?
- Ímynda tær at verða slept/ur í ein bólk fullan av ungum við somu áhugamálum sum tú. Ung, tú helst ikki hittir í gerandisdegnum, sigur Mia Haldursdóttir Smith um ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum
09.09.2015 - 15:45


- Tá eg var í UíF kom eg at kenna ung, sum høvdu stóran áhuga fyri kreativiteti og sum eisini vóru opin fyri ymiskleika millum fólk. Hetta gjørdi, at eg føldi meg sum heima har
, greiðir Lilja Koblauch Luid frá um Ung í Føroyum.

 

Ung í Føroyum er ungdómslistastevna, har ung sleppa at royna seg listaliga saman við øðrum ungum og bæði royndum og lærdum vegleiðarum. Ung í Føroyum 2015 verður 12.-14. oktobur, og enn eru nøkur pláss eftir. Tekningarfreistin er 13. septembur, og øll, sum eru fødd millum 1997 og 2002, kunnu tekna seg.

 

Norðurlandahúsið er annað hvørt ár karmur um bæði verksmiðjurnar og almennu endaframsýningina, ið verður framleidd á og í samstarvi millum verksmiðjurnar. Í ár verða seks verksmiðjur, meðan dansarin, Vígdis Hentze Olsen, stendur fyri at seta stóru endaframsýningina saman. Verksmiðjur og verksmiðjuleiðarar verða:

  • Tónleikur: Jens L. Thomsen
  • Sniðgeving/búnar: Anna Kristin Bæk
  • Myndlist: Sámal Blak
  • Bókmentir: Eirik Örn Norðdal (ÍS)
  • Dansur: Signhild Wærsted (NO)
  • Sjónleikur: Mariann Hansen og Heiki Eero Riipinen (FI)


Stevnan kostar 800 kr. fyri hvønn. Tá er matur, gisting og tilfar fyri alla stevnuna íroknað. 

 


- Nakað av tí, ið mær hevur dámað allar best við Ungum í Føroyum, hevur verið møguleikin at fordjúpa meg í listagreinum, ið eg ikki vanliga geri so nógv burturúr. Sunniva Holm Poulsen.

 


- Hetta var ein heilt nýggj uppliving hjá mær, tí eg hevði ongantíð áður arbeitt við filmi. Eg slapp at verða sjónleikari, filmsstjóri, filmsklippar og saman við øðrum ungdómum, so fingu vit møguleikan at royna okkum innan filmslist,
sigur John Schwartz Jacobsen, ið upprunaliga teknaði seg til verksmiðjuna í tónleiki. 

 


- Fyri meg var tað ein stór uppliving, og eg hevði eina kenslu av, at nógv av tí, sum eg dugi í dag, er Ungum í Føroyum at takka,
heldur Birna Heinesen, sum nú er útbúgvin dramaturgur.

 

Tekna teg til Ung í Føroyum

Les meira um Ung í Føroyum

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.