- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung í Føroyum fáa íblástur á vesinum og í seymistovuni
Seks verksmiðjur, ið fevna um sjónleik, myndlist, tónleik, dans, skriving og sniðgeving, seta sín dám á Norðurlandahúsið um dagarnar. Afturvendandi ungdómslistastevnan, Ung í Føroyum, bjóðar øllum luttakarunum stuttligar, spennandi og kreativar verksmiðjur. Tiltakið endar við eini almennari felagssýning mikukvøldið 14. oktober í Norðurlandahúsinum, har øll seta síni kreativu fingramerki á sýningina.
Hvørja ferð sjónleikararnir møtast til verksmiðjuna, gera teir eitt a la kappróp, sum nærum endar í einum skríggi. Seinnapartin hita tey upp við at spæla eitt elektrisitetspæl. Sum vant royna fleiri at greiða frá reglunum samstundis við tí úrsliti, at fleiri standa sum kánus. Fyrsta runda verður tí spæld, uttan at nakar "doyr". Í næstu rundu verður spælt við øllum reglum, og tey, sum fáa elektrostoyt, mugu seta seg á gumpin at bíða.
Frá elektrosoyti verður farið aftur um pallin, har tónarnir hjá estlendska Arvo Pärt fylla rúmið, meðan listafólkini hugsavna seg um at tekna eygu, munn og andlitslutir. Júst hvussu listaframsýningin skal verða, vita hvørki listafólkini ella verksmiðjuleiðarin, Sámal Blak. Arbeitt verður kortini við collasjum, har listafólkini brúka ymisk pappír og eksperimentera við at gera stórar myndir.
- Teknið ikki ov detaljerað. Bara eitt oyra ella eitt eyga. Andlitið skal verða skapað av ymiskum pappírum. Tit skulu byggja tað upp - sum modellervoks - og so inn í eina stóra rammu.
Frá estlendskum tónleiki, borimaskinuljóði og dansandi trøllum hjá Williami Heinesen, sum skoðar verkið hjá ungu listafólkunum, førkar undirritaða seg yvir til tvørfloytuna og ljómborðið, sum hoyrast í rúminum við síðuna av.
Tónleikararnir eru býttir í fýra bólkar og sita í pørum og venja ein melodi. Tvørfloytan og ljómborðið hava funnið sær rúmið aftan fyri stóra pallin. Bassurin og violinin halda til í dansistovuni, sum er verkstaðurin hjá tónleikarunum. Vegna plásstrot hava klokkuspælið og guitarin leitað sær inn á vesið at venja melodiin. Fjórða parið bleiv ongantíð funnið - hvørt tað var av tilvild ella tilrættalagt er ikki til at vita.
Mann fær hug at dansa, tá ið mann hoyrir so nógvan tónleik. Og í Skálanum eru dansararnir í "full swing" við at skapa egnar seriur. Temaið er ein hurð. Dansararnir kunnu yvirdríva og undirdríva, gera seg stór ella smá, gera bleytar ella ógvusligar rørslur.
Tað er eitt sindur flóvisligt at dansa framman fyri einum myndatóli, tá ið mann als ikki kennir viðkomandi, sum stendur aftan fyri myndatólið, og tá ið mann framvegis roynir at skapa eina seriu. Tískil venda fleiri ryggin til undirritaðu, sum tó megnar at fáa mynd av onkrum andliti.
Meðan dansararnir dansa niðriundir, sita høvundarnir og hugsavna seg um at skriva sangir. Summi sita í bólkum við teldum og pappírum, meðan onnur sita í vindeyganum við penni, blokki og oyramikrofonum.
Til eina sýning skulu búnar til. Í Norðurstovu sita hugagóðir sniðgevar saman við verksmiðjuleiðaranum, Onnu Kristin Bæk, og seyma búnar. Tað er ikki so at kimsa at, tá ið dreingirnir taka yvir og mugu vísa gentunum, hvussu klæðið skal strúkast! Anna Kristin er eisini ófør at hjálpa gentunum við at seyma búnar, taka mát og lata dukkurnar í.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |