Bókaummæli: Eg eri Malala

Bókaummæli: Eg eri Malala
Malala merkti á egnum kroppi, hvussu vandamikið tað kann verða at standa við tí, mann trýr á. Hon steðgaði tó aldrin at berjast fyri sínum rættindum
19.09.2015 - 17:00

Hevði Malala bara dugað at tagt, og hevði pápi hennara bara verið sum flestu pápar í Pakistan, ja, so hevði Malala ikki verið skotin í høvdið av Taliban sum 15 ára gomul.

 

Men so hevði heimurin eisini verið eina stjørnu, ein fortalara fyri rættindini hjá gentum til útbúgving, fátækari. Hon hevði heldur ikki, sum tann fyrsti pakistanin og tann yngsta, vunnið Friðarheiðursløn Nobels.

 

Tað einasta ynski, Malala hevði, var at sleppa at ganga í skúla og læra at skriva, lesa og rokna sum øll onnur børn. Viðurskifti, sum vit í vesturheiminum ofta taka fyri givið. Bókin greiðir frá stríðnum hjá einari ungari skúlagentu, sum tordi at standa ímóti Taliban, meðan stjórnin lat eyguni aftur.

 

Bókin, "Eg eri Malala", er útgivin í 2014. Malala Yousafzai hevur í samstarvi við Patricia McCormick skrivað bókina. Hon bleiv útgivin á føroyskum í 2015, og Jenny Johannessen týddi.

 

Rúmar hjartanemandi søguni hjá Malalu og innlit í pakistanska mentan
Bókin skiftir ímillum tvær søgur. Vit hoyra ta persónligu og hjartanemandi søguna hjá Malalu, hvussu lívið í vakra Swat dalinum í norðaliga Pakistan er, og um hvussu friðarligu gøturnar brádliga gjørdust vandamiklar at ganga eftir.

 

Á hinari síðuni hoyra vit skakandi og óstøðugu søguna, síðani staturin Pakistan var settur á stovn. Vit hoyra syrgnu søguna um kurruptar og grammar politikar, sum seta seg sjálvan fram um tjóðina, og eftirlata fólkið í primitivum og ótíðarhóskandi umstøðum. Hvussu kundi ein víðgongdur maður fáa so nógv viðhaldsfólk við sær, banna skúlagongdini hjá gentum - ja, taka frælsi til lívið frá teimum?


Gentan, sum var bergtikin av søguni og síðani sjálv skrivaði søgu
Bókin kemur við einum boðskapi til heimin, um hvussu týdningarmikið tað er, at øll hava rætt til útbúgving. Tí við útbúgving og rætta kunnleikanum sleppa røddir sum Fazlullah, mullahleiðarin, sum seinni fór i part við Taliban, ikki at fáa valdið. Hann byrjaði sum ein útvarpsrødd, sum heitti á fólk at venda sær ímóti øllum vesturlendskum, eftir at ein jarðskjálvti hevði kravt nógv mannalív. Hann meinti, at orsøkin til jarðskjálvtan var, at Guð revsaði tey fyri ikki at liva eitt siðiligt lív.

 

Eg vildi greiða teimum frá, at ein jarðskjálvti er eitt jarðfrøðiligt fyribrigdi, sum náttúruvísindi kunnu greina. Nógvar teirra høvdu onga útbúgving og vóru uppaldar at fylgja boðunum, ið trúðarleiðararnir komu við, og tær vóru bangnar,” sigur Malala.

 

Mullahleiðarin hevði ikki sjálvur gingið fólkaskúlan lidnan og vildi samstundins banna allari skúlagongd hjá gentum. Hetta vildi Malala ikki finna seg í og valdi tí sjálv at taka stríðið upp í egnar hendur. Malala er úr eini familju við einum pápa, sum berjist fyri rættindunum hjá kvinnum til útbúgving, og sum sjálvur hevur stovnað ein gentuskúla. Við hesi bakgrundini fær Malala styrkina og dirvið til at gerast ein rødd hjá ungum gentum, hóast hon veit, at tað er vandamikið. 

 

Hulduhøvundurin til tíðir ov sjónligur
Hvør vil ikki gjarna lesa orðini hjá Malalu og hoyra søguna frá hennara sjónarhorni, eftir øllum hon hevur verið ígjøgnum?

 

Men, tað eru ikki bert orðini hjá Malalu, sum vit kunnu lesa í hesi bókini. 

 

Malala hevur fortalt Patricia McCormick sína lívssøgu, og hon hevur síðani fínpussað hana og gjørt hana til eina bók. Bókin kann ikki annað enn bergtaka teg við tí ótrúligu søguni um eina pakistanska skúlagentu, sum brádliga varð heimskend. Men til tíðir er hennara amerikanski ghostwriter ella hulduhøvundur, sum tað eitur á føroyskum, ov sjónligur. Mann saknar til tíðir hendan nærleikan, kensluna av, at mann situr og lesur orðini hjá Malalu. McCormick megnar ikki heilt at fáa fatur á Malalu og innramma hana sum persón. Beinanvegin Malala vísir eitt sindur av angist, iva ella beiskleika, hoppar hon glæsiliga víðari við at fortelja, um hvussu Malala ikki óttast nøkrum og er eitt undur.

 

Bókin fær 5 av 6 møguligum R’um


Hóast bókin rúmar stórum og tungum evnum og er næstan 300 síður long, er hon skrivað á ein hátt, har øll kunnu lesa við. Malala var bert 17 ár, tá bókin varð skrivað, og hetta setur eisini sín dám á hana. Mann kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu nógv mann tekur fyri givið, tá mann lesur bókina.

 

Tí, hvussu ofta hevur tú ikki lagt teg aftur at sova ein kaldan mánamorgun, tá tú skalt í skúla, og í staðin fyri at gera heimaarbeiði, hevur fingið tíðina at ganga við onkrum øðrum?

 

Malala merkti á egnum kroppi, hvussu vandamikið tað kann verða at standa við tí, mann trýr á. Hon steðgaði tó aldrin at berjast fyri sínum rættindum, og í dag býr Malala í Englandi og stríðist enn fyri rættindunum hjá gentum, sum eru í somu støðu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.