- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hann nevndi meg Malala
"Tað kemur ein løta, har tú má velja at tiga ella standa fram," sigur 17 ára gamla Malala Yousafzai í byrjanini av nýggja trailaranum.
Altjóða rødd
Malala Yousafzai er blivin ein altjóða rødd, síðani hon 9. oktobur í 2012 bleiv skotin í høvdið av stríðshugaðum fólki úr Taliban, fyri at tosa opið um útbúgving hjá gentum. Árið eftir stóð hon fram og bleiv ein altjóða rødd fyri rættindi hjá børnum og serliga gentum. Hon hevur síðani útgivið eina bók við heitinum "Eg eri Malala" og vunnið Nobel friðarheiðurslønina fyri sítt arbeiði.
Nú kemur ein nýggjur filmur, sum vísir ein brotpart av eini ungari gentu, sum hevur megnað nógv á einum so ungum aldri.
Filmurin úti í oktobur
Malala sigur í filminum, at hon enn er ein vanligur tannáringur, men um hon hevði havt ein vanligan pápa og eina vanliga mammu, so hevði hon nú havt tvey børn. Nógv av hennara exceptionalismu vísir hon til pápa sín, Ziauddin Yousafzai, ein aktivistur innan útbúgving og ein pakistanskur diplomatur. Hon hevði ikki verið tann sama, um hann ikki hevði skumpað hana á hesa kósina.
Filmurin er leikstjórnaður av Davis Guggenheim, sum er kendur fyri dokumentarin "Waiting for Superman". Filmurin "He named me Malala" kemur í biografarnar 2. oktobur í ár.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |