RøddinLive aftur á skrá við nýggjum vertum

Gomlu vertinninurnar og nýggju vertirnir
RøddinLive aftur á skrá við nýggjum vertum
Summarfrítíðin er av, og tað merkir, at RøddinLive verður aftur í luftini hvørt fríggjakvøld klokkan 19.00
15.09.2015 - 20:45

Fleiri fríggjakvøld á rað hevur RøddinLive verið í luftini, sum ávikavist Anna Poulsen, Tummas Napoleon Arge og Rebekka Manuela Behrens hava lagt til rættis.

 

RøddinLive hevur nú fingið nýggjan ham og nýggjar vertir, ið vera Eyðvarður Mohr Iversen og Torbjørn Mikkelsen. Dokumentarkenda konseptið, har farið varð í dýpdina við einum evni, verður nú skift út við heldur stuttlig og fjølbroytt innsløg. 

 

Harafturat verður fastur táttur við paneli, ið er mannað av Jóhonnu Norðberg Niclasen, Barbaru Mariu Lamhauge og Bjarti Sigmundarson. Evnið, tey fara at umrøða fríggjakvøldið, er Facebook.

 

Panelið, ið verður við til hvørja sending. Frá vinstru: Jóhanna, Bjartur og Barbara

 

RøddinLive verður í luftini fríggjakvøldið klokkan 19.00 - lurtið við tá!

 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.