- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ask.fm - happing, valstríð og rátt kjakforum fyri ungdómin

Fyrr var tað Arto, ið var alnóts-torgið fyri tey ungu, men eftir Myspace og serliga Facebook doyði ungdómsheimasíðan meir ella minni.
Uttan at kappast við Facebook, gjørdist appin Ask.fm av álvara um seg.
Ask.fm er ein sosialur miðil, har mann dulnevnt kann spyrja fólk spurningar. Harafturat kanst tú eisini fylgja fólki á appini, uttan at tey síggja, at tú fylgir teimum. Eisini kanst tú dáma svarini, ið onkur svarar. Fært tú nógv “likes” fyri svarini, eru líkindi fyri, at tú kanst gerast tað, ið kallast “askfame”, ella við øðrum orðum kendur á Ask.
Bjarni Kárason Petersen og Eyðstein Zachariasen hava til felags, at teir so ella so hava markerað seg ella sínar meiningar á Ask.fm.
Bjarni Kárason Petersen, 21 ár
Ført valstríð á appini
Bjarni var uppstillaður á listanum hjá Framsókn til løgtingsvalið. Beint áðrenn valið byrjaði Bjarni av berum forvitni at nýta appina. Men tá valstríðið varð skotið ígongd, fekk Bjarni fleiri spurningar sendandi. Tíðina undan valið nýtti Bjarni eitt nú Ask.fm til valstríð.
- Eg havi fingið spurningar, ið eru mertkir spesifikt til mínar meiningar og mín politikk. Teir flestu spurningarnir hava serliga ofta snúð seg um samkynd, øl og vín í handlarnar. Men tað eru eisini spurningar, ið eru generellir, so sum munur á vinstra/høgra, lógir, fíggjarætlanir, taktikk, strategi og idelogiir. Tað keðiliga er kanska, at meirilutin av teimum ikki hevur valrætt. Men so hevur mann kanska gjørt íløgur til næsta valstríð.
- Stríð millum bygd og bý og etisku málini
Sambært eygleiðingini hjá Bjarna heldur hann, at kjakini ofta snúgva seg um etisku málini og stríð millum bygd og bý. Hann vil vera við, at tey ungu hava sterkar meiningar, og tískil gerast dulnevndu spurningarnar eisini rættiliga grovir.
- Appin er nokkso kontroversiell, tí har verður so nógv happing farin fram, og mann kann ikki finna happaran, av tí at hann er dulnevndur.
- Appin er uppløgd hjá ungum politikkarum
Men tá tað er sagt, heldur Bjarni, at appin er uppløgd hjá ungum politikkarum at vera á, av tí at áhugin er væl størri á Ask.fm enn aðrastaðni.
- Hon kann hjálpa við politiskari upplýsing millum tey ungu, stimbra áhugan og annars læra ungu politikararnar at kenna umvegis appina, uttan at tey skulu vísa seg sjálvan framman fyri teimum.
- Av tí at aldursbólkurin er 13-19, er orðaskiftið nógv ógvusligari
Á Facebook finnast allir alurdsbólkar, meðan á Ask.fm er tað í mestum yngra ættarliðið. Hetta heldur Bjarni í ein vissan mun ávirkar og flytir kjakmentanina í Føroyum ímillum tey ungu í øllum førum.
- Á øðrum miðlum, eitt nú Facebook, eru fólk heilt frá 13 ára aldur allan vegin upp til 60-70 ár. Á Ask er aldursbólkurin 13-19, so orðaskiftið er ofta ógvusligari, persónligari, og meira kensluborðið. Eg kann bara gita, at kjakmentanin í Føroyum kemur at vera merkt av hesum seinni, sigur Bjarna Kárason Petersen at enda.
Eyðstein Zachariasen, 17 ár
- Fái dagliga hatursspuringar á Ask.fm
Eyðstein greiðir frá, at so seint sum í gjár, varð hann kallaður "brekaður" á Ask. Harafturat sigur hann, at tað at verða kallaður býttur og kiksaður er púra vanligt á ask.
- Slíkar spurningar ella viðmerkingar fái eg daliga á Ask, men eg taki tað ikki nær. Eg havi sjálvur valt at siga við meg, at um fólk ikki tora at siga tað við meg eyga til eyga, sum tey eru hjartaliga vælkomin til, tí eg geri einki, men so eru tey ikki svarið vert. Eiheldur taki eg teirra kritik fyri fult, um tey mugu verða dulnevnd fyri at niðurgera ein annan. Hetta vil eg mæla øllum lesarum, ið taka ask.fm sum happing, til at taka til sín.
- Havi umleið 200 ósvaraðar spurningar
Eins og við eygleiðingum hjá Bjarna, heldur Eyðstein eisini, at etisku málini verða serliga nógv umrødd á appini. Tó er tað ikki tað einasta, ið hevur verið spurt um á profilinum hjá Eyðsteini. Tilsamans hevur Eyðstein svarað áleið 1250 spurningum, meðan 200 enn standa ósvaraðir.
- Umvegis spurningarnar fái eg mínar tankar og hugleiðingar um ymiskt fram. Tað hevur mestum snúð seg um politisk viðurskiftir og mínar meiningar generelt. Tó havi eg eisini fingið fleiri spurningar, ið eru óhóskandi, sum eg av tí sama havi slettað.
- Tað tykist, sum ungum dámar væl at niðurgera hvønn annan
Eyðstein heldur, at tað, at ein kann vera dulnevndur, ávirkar kjakið nógv.
- Møguliga velja fólk at vera dulnevnd, av tí at fleiri av okkum ikki tora at hyggja hvønn annan inn í eyguni og siga tað við hann/hana. Tað tykist mær sum um, at okkum ungu dámar sera væl at niðurgera hvønn annan, og tá er Ask.fm tíverri tað perfekta staðið, hóast tað er sera harmiligt, um vit hugsa um, hvussu gott vit kundu brúkt Ask.fm.
- Størsta kjakforumið millum tey ungu
Eyðstein metir, at Ask.fm í løtuni er størsta kjakforumið millum tey ungu.
- Tað eru rættiliga nógv, ið gera sær dalt av, at mann kann vera dulnevndur, og tí spyrja persónar ymsar spurningar, ið tey ikki høvdu torað, um viðkomandi visti, at tað vóru tey. Men Ask.fm kann óivað teljast sum í øllum førum eitt tað størsta kjakforumið millum ungdómin í Føroyum, sigur Eyðstein Zachariasen at enda.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |