Filmar til edrúa vikuskiftið

Filmar til edrúa vikuskiftið
Her eru fimm filmar av fimm sløgum, sum ikki fara at skuffa teg
16.09.2015 - 22:15

Studningurin er um at vera uppi, ballið er útvatnað, og veðrið er grátt. Manglar tær eina góða umbering til at sita inni eitt heilt vikuskifti, so er hetta undirhaldið til tín.

 

 

 

Tann nýggi: Jagten

Av óbehagiligum, erligum filmum er hesin í toppinum. Hann viðger eitt eymt evni, ið var sera aktuelt, tá hann kom út í 2012.

 

Mads Mikkelsen spælir ein námsfrøðingur sum, hóast ósekur, verður ákærdur fyri pedofili. Ein genta hevur sagt nøkur orð, sum hava skelkað dagstovnaleiðaran, sum síðani setir slaturin í gongd. Filmurin fylgir manninum, sum verður jagstraður av øllum býnum og útihýstur av sínum nærmastu.

 

Saman við einastandandi casting rakar hesin filmurin beint á eitt evni, sum føroyingar illa tora at seta orð á. Hann kom út um tað mundið, tá nøvn á fólki, ið ikki enn vóru dømd, blivu slongd á facebook. Aftrat tí hevur hann tann ráa stílin, sum danskir filmar ofta hava, har mann nýtir góðar leikarar og góðar søgur, heldur enn villar pallmyndir við flottum effektum.

 

Um tú hevur hug til at verða sett/ur andlit til andlits við tínar fordómar og ljótu tendensir hjá okkum menniskjum, er hetta rætti filmurin.

 

Leikstjóri: Thomas Vinterberg

Stjørnuleikarar: Mads Mikkelsen, Bo Larsen, Annika Wedderkopp

Imdb meting: 8.3

Árgangur: 2012

 

 

 

Tann gamli: The Great Dictator

Tá eg hugsi gamalt, hugsi eg søga, og eg hugsi kríggj. Har finnast nógvir øgiliga góðir krígsfilmar, men tann besti er uttan iva The Great Dictator. Helst hevur tú sæð kendu taluna hjá Charlie Chaplin á youtube, men har eru fá, ið hava sæð filmin, hon kemur frá.

 

Hetta er ein tragikomiskur filmur, ið kom út mitt í eldinum í 1940. Hann fyrigongur í Týsklandi undir krígnum og snýr seg um ein jødiskan barbera, sum hevur mist minnið. Hann veit einki um jagstranina av jødum og er ørkymlaður av, hvussu løgreglan handfer hann. 

 

Hesin filmurin er, við sínum bøssasliga Hitler, ófatiliga stuttligur. Eisini er hann góður við fantastiskum, einkultum leikmyndum.

 

Hetta var fyrsti ljóðflimur hjá Charlie Chaplin, men hevur eina sjarmu, sum minnir um teir gomlu ljóðleysu. 

 

Leikstjóri: Charlie Chaplin

Stjørnuleikarar: Charlie Chaplin, Paulette Goddard, Jack Oakie

Imdb meting: 8.5

Árgangur: 1940

 

 

 

Tann vemmiligi: Saw

Hendan filmin kann eg ikki viðmæla øllum. Men ert tú sum eg og verður tendrað/ur av ógvusligum gysarum, ella sokallaðum torture porn, so er tað løgið, at tú enn ikki hevur sæð Saw.

 

Saw er eitt satt listaverk. Hann hevur vakrar leikmyndir, góðar leikarar og eina feita handling. Høvuðsleikarin er ein intelligentur maður, sum kann tulkast upp á so nógvar mátar, eins og filmurin sjálvur kann tulkast. Sjálv síggi eg ofta myndamál fyri religión í filmunum. 

 

Har eru sjey filmar, og hóast eg ikki havi sæð allar enn, vil eg í øllum førum viðmæla tær at royna at síggja tann fyrsta. Teir hava allir sama tema við líknandi søgugongd, men við nýggjum leikarum og nýggjum 'spølum'. Eg verði heilt spent bara av at tosa um teir. Tónleikurin er eisini feitur.

 

Tað er kyniskt, blóðigt, óhugnaligt og hamrandi genialt. 

 

Leikstjóri: James Wan.

Stjørnuleikarar: Tobin Bell, Cary Elwes, Leigh Whannel, Danny Glover.

Árgangur: 2004

 

 

 

Tann útlendski: La Vita e Bella (Life is Beautiful)

Hann byrjar sum ein romantisk komedia og endar sum ein tragisk søga. Jagstranin eftir jødunum er spakuliga byrjað í Italia, og ein maður verður, við sínari konu og barni, sendur til eina arbeiðslegu í Týsklandi. (Ja, eg eri ein sucker fyri filmum um 2. veraldarbardaga) 

 

Á leguni verður kona hansara skild frá honum og soninum, so hann ger alt, hann kann, fyri at halda sonin tryggan.

 

Italskur, sjarmerandi frá 90'unum. Eg vil helst ikki siga ov nógv um hendan filmin, tí tað verður skjótt til eina undirmeting. Eg tori næstan at siga, at hetta er besti filmur, eg nakrantíð havi sæð.

Og til til tín, sum uppáheldur, at tú ikki grætur til filmar; hygg at La Vita e Bella. Eg kann tryggja tær, at tú kemur ikki gjøgnum hann við einum turrum eyga.

 

Leikstjóri: Roberto Benigni

Stjørnuleikarar: Roberto Benigni, Nicoletta Braschi, Giorgio Cantirini

Imdb meting: 8.6

Árgangur: 1997

 

 

 

Tann listarligi: Amélie

Í einum litríkum fronskum umhvørvi roynir ein ung genta við sínum undarliga, men søta persónleika, at broyta lívið hjá einstøkum fremmandum til tað betra. Hon vitjar gomul fólk, prátar við tey, lumpar tey og hjálpir teimum á óvæntaðar mátar, oftast uttan at tey vita tað. Hennara verð er eitt ævintýr, sum ikki líkist nøkrum øðrum.

 

Filmurin gongur skjótt fyri seg, og tónleikurin ger hann, saman við litunum, til eitt reint sirkus. Tú fert helst at verða rørd/ur og at flenna nógv.

 

Í øllum førum fert tú at sita við einum smíli, tá tekstirnir rulla eftir skerminum.

 

Leikstjóri: Jean-Pierre Jeunet

Stjørnuleikarar: Audrey Tautou, Mathieu Kassovitz

Imdb meting: 8.4

Árgangur: 2001

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.