Uppliva Føroyar við Teiti
Teitur tekur Føroyar við sær til Keypmannahavnar, tá hann um vikuskiftið fer at framføra til eitt øðrvísi og serføroyskt tiltak í Christianshavn
18.09.2015 - 11:30

Ert tú stødd/staddur í Keypmannahavn hetta vikuskiftið, so hevur tú høvi at hoyra Teit framføra í heldur øðrvísi umstøðum, tá hann sunnukvøldið fer at upptraðka i Norðuratlants bryggju við sangum av fløguni Story Music, ið serliga snýr seg um afturkomu hansara til Føroya eftir nógv ár í útlondum.

 

Inniligt og føroyskt

Umframt at spæla sangir, fer Teitur at greiða frá síni listaligu og persónligu menning, síni heimsáskoðan og teimum royndum, ið hava givið honum dirvi til at taka tær avgerðir, sum hann hevur tikið í sínum lívi.

 

Ramman um konsertina er gamla atlantspakkhúsið á Christianshavn, har myndlist, felagssangur, og føroyskur dansur verður blandaður saman við anganum av báli, øl og føroyskari fiskasuppu, sum saman fer at skapa ein serføroyskan dám.

 

 

Benjamin, Rebekka og Kvonn

Einki føroyskt tiltak hevði verið heilt føroyskt uttan tað fjølbroytni, sum eyðkennir føroyska, tónlistaliga heimin. Men ymiskleikan fært tú eisin høvi at merkja sunnukvøldið, tí m.a fara Benjamin Petersen, Rebekka Petersen og Kvonn eisini at framføra til tiltakið.

 

Tiltakið í norðuratlants bryggju verður tí ein upplagdur møguleiki hjá tær at uppliva føroyskan tónleik, sum hann ongantíð hevur verið framførdur fyrr.

 

Les meira um tiltakið her. Billetirnar til tiltakið eru útseldar á alnótini, men fleiri verða seldar við dyrnar sunnudagin kl 18:00.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.