Teitur við nýggjari tónlistaverkætlan

Teitur við nýggjari tónlistaverkætlan
Leygardagin kanst tú uppliva nýggjastu tónlistaverkætlanina hjá Teiti, tá hann fer á pall saman við viðurkenda trummuspælaranum Kresten Osgood
14.10.2015 - 09:45

Teitur telist millum kendastu føroyingar í heiminum. Hann gav út fyrstu fløgu sína í 2002 og hevur síðani ferðast kring heimin við sínum tónleiki, ið hevur fingið altjóða viðurkenning.

 

Teitur sigur søgur

Eftir fleiri ár í útlondum vendi Teitur aftur til Føroya og innspældi í 2013 fløguna Story Music, ið varð tikin upp í eini gamlari, føroyskari ísfabrikk. Eins og heitið á fløguni bendir á, er tað at siga søgur kjarnan í tónleikinum.

 

- At syngja er at greiða frá. Um tú ikki fortelur, tá tú syngur, so er røddin bara eitt ljóð uttan innihald. Fyri at veruliga kunna syngja, mást tú veruliga vita, hvat tú syngur um. Tú mást vilja vísa títt innlit og at geva ein part av tær sjálvum til áhoyrararnar, sigur Teitur í samrøðu við Ted Talks. 

 

Jazzúrmælingurin úr Danmark

Kresten Osgood er ein viðurkendur danskur trummuspælari, ið hevur verið sera virkin í danska tónleikalívinum tey seinastu 16 árini. Summi siga, at hann er eitt tað besta, sum er hent í donskum jazzi síðani 80'ini.

 

Osgood ot Teitur hava fyrr spælt saman, tá teir í 2014 høvdu midnáttarkonsertir í Keypmannahavn, har teir spældu nýggjar versiónir av sangunum hjá teimum báðum. Leygarkvøldið fara hesir báðir evnaríku og serligu tónleikararnir at geva føroyingum høvi at hoyra sangirnar, tá teir fara at framføra saman í Norðurlandahúsinum.

 

Endurnýtt og sermerkt í senn

Hóast skráin verður tann sama sum til midnáttarkonsertinar, so verður upplivingin sermerkt. Jazzumhvørvið, ið Osgood kemur úr, er merkt av spontaniteti og improvisatión, og verður hetta tí eisini ein natúrligur partur av konsertini leygarkvøldið.

 

Konsertin verður í Klingruni leygarkvøldið 17. oktobur kl 19:30. Atgongumerki fáast her og í Norðurlandahúsinum. Avmarkað pláss er til konsertina, so tað ræður um at skunda sær.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.