- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spæl er meir enn bert stuttleiki
Granskarin og sálarlæknin Dr. Stuart Brown fortelur í leinkjuni niðanfyri hansara meining um, hví spæl hevur so stóran týdning fyri okkum menniskju - eisini fyri vaksin. Hygg at hansara TED talk og lat hann undirhalda teg, har hann fortelur eitt sindur um bókina hjá sær, Play: How it Shapes the Brain, Opens the Imagination, and Invigorates the Soul. (Miss ikki søguna um ísbjørnina og grønlendsku hundarnar - hon er merkisverd). Hygg her.
Spæl er týdningarmikið fyri ein og hvønn. Tað er faktiskt eitt tað sunnasta fyri tína gleði og heilsu. Sum Dr. Stuart Brown sigur:
- Vit menniskju eru bygd og hava brúk fyri at spæla og stuttleika okkum gjøgnum lívið. Minni vit spæla, minni gerst humorin, minni gerst tvætlið, minni gerst plássið fyri optimismu og lættari gerst at stressa, at fremja harðskap ella at fáa tunglyndi.
Tað er lættari at koma ígjøgnum lívið, um vit gera tað, sum okkum dámar og elska at gera. Vit mugu finna tíð til stuttleika. Tað ljóðar sjálvandi gott og nakað, vit ynskja, men við upptiknum døgum, hvussu finna vit tá ta spælandi síðuna av okkum?
Sum Dr. Stuart Brown sigur, so skulu vit finna okkara kreativa áhuga fyri at spæla so, sum okkum hóskar best. Tað kann vera, at tú ikki eingongd sær tað sum spæl.
- Um vaksin fólk byrja at minnast aftur á tær mest gleðiligu og minnisverdu løturnar, so kunnu tey royna at finna tær aftur og á tann hátt fáa samband við tað, tey halda vera mest spennandi í lívi teirra. Tá tey so aftur brúka teirra gávur, hugflog og áhuga, verður tað speglað í tí positiva spælinum frá barnaárunum.
Tú kundi millum annað lisið bøkur, um tað er tað, ið tær dámar. Ein gongutúr, kortspæl, krógva og blunda - hvat enn tær dámar best. Her eru 50 hugskot, hvussu ein stuttleikar sær, um tær tørvar íblástur.
Tað er tú, sum skal finna útav, nær tú stuttleikar tær mest. Her er eitt sindur av motivatión, meðan tú ger tað.
"Tað eina tingið, sum bara tú hevur, er tú. Tína rødd, tín heila, tína søgu, tína visión. So skriva, syng, tekna, bygg og dansa, sum bara tú kanst." - Neil Gaiman
So far og finn tín egna máta og spæl! Spæl, sum bara tú kanst.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |