Pop-up matgerð og kokkagleði

Pop-up matgerð og kokkagleði
Í kvøld verður Bukkakokk fyri aðru ferð, og tað er Áki Herálvsson, sum stendur fyri matgerðini
13.11.2015 - 14:00

Bukkakokk er eitt afturvendandi og øðrvísi tiltak, sum er fríggjadagar í Sirkus Föroyar. Ein kokkur, ein matelskari, verður bukkaður til at gera ein serrætt, tú annars ikki fært á eini matstovu. 

 

Hesa ferð er tað 25 ára gamli Áki Herálvsson, sum stendur fyri matgerðini. Hann hevur fortíð sum ein av høvuðskokkunum á Koks matstovuni á Hotel Føroyum og á navnframu matstovunum Relæ og Noma í Keypmannahavn.

 

- Matur snýr seg um stemning. Eg haldi til dømis, at seyðarhøvd er tað besta, sum er. Men tað kemur ann uppá, hvar eg eri. Eg kann sita og drekka ein latte á kaffihúsi, og hann smakkar skidevæl. Men um tú drekkur ein pulvurkaffi úti á sjónum, er hann tað besta, tú kanst fáa í heiminum júst tá. Tín hugur, tínar kenslur og umstøðurnar rundan um teg í løtuni, tú etur ella drekkur okkurt, hava líka nógv at siga sum tað, tú koyrir í teg, sigur Áki í samrøðu við Sirkus Föroyar.

 

 

Áki fer at borðreiða mjúkt oksatartar við íblástri frá Nørrebro, har hann arbeiddi fyri nøkrum árum síðani. "Tað er bleytt og kalt og skal tyggjast. Er ikki sum, men er rátt kjøt" Afturvið hesum vera frískar kryddurtrar og sitrónsaft, sinnopsmayonnaise og breyð.

 

Les meiri um tiltakið og melda teg til á Facebook síðuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.