Ummæli: Bukkakokk

Ummæli: Bukkakokk
- Tað er eitt bíligt mattiltak eitt fríggjakvøld, so mann noyðist ikki at fara at ballast um vikuskiftið, sum nógv føla. Nú kann mann fara at hugna sær á Bukkakokk
02.12.2015 - 22:00

Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð er 19 ára gomul og starvast í síni frítíð á matstovuni Barbara Fish House. Har hevur hon arbeitt í umleið eitt ár, og hevur hon lært nógv um matstovuvinnu, mentan og alt, ið har til hoyrir, og hon var við okkum á seinasta Bukkakokk.

Bukkakokk er eitt mattitiltak, sum Sirkus skipar fyri. Tað gongur út uppá, at ein matelskari av onkrum slag kemur at gera sín yndisrætt til gestirnar. Hvørja ferð er tað ein nýggjur persónur, og hesa ferð fingu Sirkus og kokkarnir, Ben og Vadim, eitt ummæli frá Rakul.

 

 

Eftir at vit hava stríðst okkum gjøgnum ársins fyrsta kava, traðka vit endiliga inn í heitu kaféina, sum hetta kvøldið er matstova hjá tveimum gestakokkum frá Koks. Hølið er næstan fult, stemningurin er góður, og umstøðurnar eru heimligar og undarligar. Hetta er aðru ferð, at Sirkus hýsir Bukkakokk tiltakinum, og tað sær út til, at orðið hevur spreitt seg skjótt.

 

- Tað er so rokaligt, men á ein kulan máta. Her eru so ræðuliga nógvir litir. Grønir veggir her, pálmatrø har og alíkavæl riggar alt saman. Nakað, mær dámar sera væl við matstovuni, har eg sjálv arbeiði, er, at har er so avslappandi. Hetta minnir meg um tað, men við tí muni, at tað kennist sum ein kafé og ikki sum ein matstova.

 

At fara á kafé at eta gourmét?

- Í hesum føri er tað eitt gott ting. Her er bara ein rættur, og so kennist tað meiri frítt. Mann kann fara út at roykja og mingla, um mann hevur hug til tað, í mun til tá mann er á matstovu, har mann heldur seg til sítt egna borð. 

 

Eftir eina stutta bíðitíð koma tvær skálir av kræklingi á borðið. Ein við tomatsós og ein við hvítvínssós.

 

- Sósin tykist øgiliga ber. Eg kundi hugsað mær meira smør ella róma. Smag og behag, hon smakkar fínt. Mær dámar best kræklingin frá Barbaru. 

Vit royna eisini rættin hjá hvørjum øðrum og gerast skjótt greiðar um, at vit hava valt rætt. Vit skoyta bara um okkara egna.

 

 

Á borðinum stendur ein annars flott, men brúkt skál, sum skal nýtast til kræklingaskelurnar. Vit undra okkum á, um tað er meiningin ella ikki. 

 

- Ikki kul at fáa eina brúkta. Men tað smakkar væl! sigur hon við einum smíli, fullum í kræklingi.

 

- Starvsfólkið kom heldur ongantíð við vatninum, og her skuldi fylgt ein bunki av serviettum við, tí at kræklingar eru so svansuttir at eta.

 

 

Matstovutænasta á eini barr?

Ein grundleggjandi partur av einari góðari matuppliving er tænastan. At kenna seg frían frá at hugsa um uppvask og órudd og ongantíð føla, at nakað manglar. Hetta kvøldið var blandað við eitt sindur av hvørjum.

 

- Tað var eitt sindur løgið, at tey ikki tóku tallerkarnar av, tá vit vóru lidnar at eta, og kanska spurdu, um vit høvdu hug til dessert ella eina øl. Men tað ger mann jú ikki á barr ella kafé. Eg gloymi, at vit ikki eru á matstovu. Og so haldi eg, at tey eru eitt sindur ósikkur. Tey ivast í, um tey eru á røttum borði við matinum, og spurdu okkum ikki, hvør hevði hvat slag. (av sós til rættin, red.) Men alíkavæl so gongur tað, tí at alt er so avslappandi.

 

Maturin

Rakul stríðir seg ígjøgnum samkkgóða kræklingin, ið tíverri hevur sand í.

 

- Eg eri bangin fyri at smakka tann næsta. Og tað er harmligt, tí tað eru ikki kokkarnir, ið eiga skyldina. Eg kenni trupulleikan frá Barbara Fish House og veit, at tað er útvegarin, sum reinsar hann.

 

 

Hvør fer á Bukkakokk?

- Her er hugnaligt og góður stemningur. Við síðuna av okkum situr ein familja, og longri yviri situr ein, sum tosar enskt. Hetta er fyri øll. Tó haldi eg, at tónleikarar ganga aftur. Og so koma kokkarnir onkuntíð út við matinum. Tað er altíð kul.

 

Hvørja krónu vert

Nógv ung fólk hava áhuga í mati, men hava torført við at finna tað í Føroyum. Um mann skal út at eta, so er tað antin Burger King ella ein fínari matstova, sum mann bara hevur ráð til triðja hvønn mánað. Bukkakokk kostar umleið hundrað krónur, og fyri tað fingu vit góðar, stórar, føroyskar kræklingar.

 

- Bukkakokk er eitt gott alternativ, hóast mann ikki fær tað sama, sum á onkrari av hinum matstovunum. Um einum dámar væl at ganga á kafé og keypa ein bagel av og á, so haldi eg heilt sikkurt, mann skal leggja hundrað krónur til hetta. Hetta er fyri øll, sum eru áhugað í nýggjum mati, allar aldrar, vinfólk og familju. Øll, sum hava hug til at royna okkurt nýtt.

 

 

Eisini er tað typiskur trupulleiki millum ung, at tað ikki er nógv at gera í Føroyum. Vetrarkvøldini eru ikki frægari, og mann endar kanska oftast í einum balli ella á eini barr um vikuskiftið.

 

- Tað er eitt mattiltak eitt fríggjakvøld, so mann noyðist ikki at fara at ballast, sum nógv føla. Tað geri eg sjálv. Nú kann mann fara at hugna sær á Bukkakokk. Og um mann hevur hug til at fara víðari, so situr mann mitt í býnum.

 

Kokskokkar

Bukkaðu dreingirnir hetta fríggjakvøldið eita Ben Morgan og Vadim Otto Ursus, og koma teir ávikavist úr London og Berlin. Teir starvast á Koks og hava búð í Føroyum í eitt hálvt ár.

 

Teir geva sær góða tíð at práta við okkum og vísa stóran áhuga fyri føroyskum mati. Tað ljóðar til at liggja teimum tætt at hjartanum, tá ið Ben greiðir okkum frá tonkunum aftanfyri.

 

- Vit gera hetta til stuttleika og fyri at skapa tilvitsku um føroyska rávøru. Mann sigur, at mann er aldrin meiri enn 5 kilometrar frá vatninum í Føroyum, men mann er meiri enn tað vekk frá frískum kræklingum. Kavarin, Kári Sørensen, ið fangaði kræklingarnar í morgun, situr faktiskt í matstovuni og ger enda á síni dessert.

 

Vit skulu ikki meira enn hyggja at dessertunum á diskinum, so hava teir borðreitt okkum eina í part inni í tí tronga køkinum. Hon er gjørd úr dadlum, og kalla teir hana ein smakk av Onglandi. 

 

 

- I'm not gonna get political with you, but...

 

- Latið okkum bara vera ærlig. Eg fari ikki altíð at vera her, eg fari skjótt at flyta. Men fólk hava áhuga í føroyskum mati og vilja fegin kenna tað, ið er rundan um okkum. Men eftir mínari meining, og eg haldi, at Vadim er samdur við mær, so haldi eg, at um landið gjørdi íløgur í ungu lærlingarnar, og mann miðvíst arbeiddi eftir tí, so kundu teir opnað bíligari støð við føroyskari rávøru. Flestu av teimum steðga við at gera mat eftir lærutíðina, ella flyta teir til Danmarkar. Um mann byrjaði nakað ordiligt her (í Føroyum, red.), so kundi mann fingið eina ordiliga matstovuvinnu. Vinnan her er góð, um mann hevur nógvar pengar, men um ikki, so hevur mann ikki nógvar valmøguleikar.

 

Vadim nikkar, meðan bretin ger okkum klókar upp á føroyska matstovuvinnu.

 

- Onnur lond gjalda milliónir fyri at innflyta tykkara fisk, men tit veita tað ikki til fólkini, sum faktiskt búgva her. Og fólk fáa ikki kjans at virðismeta tað, tí tað er veruliga tað besta í heiminum.

 

- Tit eru øll stolt av tí, men eingin veit, hvussu ein føroyskur kræklingur sær út, ella hvussu ein hummari smakkar. Tað er líka sum maðurin, sum reypar við, at hann eigur ein BMW, men letur hann standa í garasjuni, sigur Vadim.

 

 

Prikkurin yvir iið

- Dessertin er eitt must. Tey skuldu havt gjørt okkurt fyri at lokka fólk til at keypa hana, tí hon var SO góð, staðfestir Rakul. 

 

Eftir at vit hava takkað kokkunum fyri góða matin, og áðrenn vit fara avstað, kennist Tórshavn nærmast sum ein pulserandi stórbýur. Vit hava fingið frálíka og enntá bíliga matuppliving frá blíðum útlendingum í eini kafé, sum er alt annað enn traditionell.

 

Tíverri ber ikki til at uppliva kræklingarnar hjá Ben og Vadim í Sirkus aftur, men um tú hevur hug til at royna okkurt nýtt, so hevur Sirkus aftur Bukkakokk komandi fríggjakvøld, hesa ferð við parinum Gretu Bech og Fred Ruddick.

 

Upplýsing um næsta tiltakið er her á facebook síðuni.

 

Væl gagnist!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.