Zoolander 2

Savnsmynd
Zoolander 2
Komandi ár verður allarhelst heimsins kendasta mannfólkamodel – innan filmsheimin – aftur at síggja á filmsskíggjanum
11.12.2015 - 01:15

Skrivað hevur: Edvin H. Niclasen

 

Hann tók okkum øll av bóli í 2001 við sínum slóðbrótandi looks so sum “Blue Steel” og “Magnum”. Komandi ár verður allarhelst heimsins kendasta mannfólkamodel – innan filmsheimin – aftur at síggja á filmsskíggjanum.

 

Filmurin kostaði um 28 mió. dollarar at gera og tjenti um 60 mió. dollarar inn aftur. Í eittaranum royndi tann óndi Mugatu (Will Ferrell) at dulleiða Zoolander til at drepa forsætisráðharran í Malaisia. Tó til fánýtis.

 

 

Ben Stiller leikstjórnaði eittaran og hevði ein stóran leiklut í handritinum. Nú - 14 ár seinni - verða Ben Stiller og Owen Wilson enn eina ferð at síggja í høvuðsleiklutunum sum Derek Zoolander og fyrrverandi kappingarneytin, Hansel. Við hesa ferð verða kend fólk so sum: Benedict Cumberbatch, Justin Bieber, Kristen Wiig, Ariana Grande, Demi Lovato, Kim Kardashian og Penélope Cruz osfr.

 

Ben Stiller leikstjórnar aftur hesa ferð og er ein partur av at skriva leikritið.

 

 Tá ið tveir av kongunum innan comedy filmar eru við í høvuðsleiklutunum aftur, hvussu kann ein tá ikki gleða seg?

 

Síggj brot úr filminum her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.