- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hugleiðing: hví gera nýggjárslyfti, ið ikki fara at halda?
Eg havi ongantíð skilt, hví fólk gera sær nýggjárslyfti, ið eru mest sum ógjørlig at gjøgnumføra. Nógvir fordómar eru mótvegis nýggjárslyftum, og tískil havi eg ongantíð tímað at spilt tíð upp á at gera tey.
Gerandiskvinnan ætlar sær at venja hvønn dag í nýggja árinum, "business"-pápin ætlar sær at arbeiða helvtina so lítið, sum hann gjørdi farna árið ... og so framvegis. Men hví seta sær órealistisk mál ár eftir ár?
Ein kanning gjørd í 2014 vísti, at bert 10% av fólki klára at gjøgnumføra hesi lyfti, sum tey hava sett sær til nýggja árið.
Trupulleikin er ikki at vit seta málini, trupulleikin eru málini, ið vit seta okkum. "At tapa meg," stendur ovast á flestu listunum, men av teimum, ið megna at tapa seg, eru tað bert 5-10% av fólkunum, ið megna ikki at taka uppá aftur.
Hvussu seta vit okkum so mál, ið ikki eru alt ov trupul at fremja? Jú, heldur enn at siga: "eg tapi meg 15 kilo í 2016," er skilabetri at seta sær fleiri smærri lyftir sum: "eg eti bert søtt ein dag um vikuna," "eg fari at venja x ferðir um vikuna". Tað verður stuttligari, lættari og størri møguleiki fyri at tú heldur tíni lyfti, um tú setur lítlar ætlanir, hvussu tú gjøgnumførir tey.
Les eisini: 9 venjingarráð
Hóast eg ongantíð havi skilt, hví mann bíðar eftir nýggjá árinum, áðrenn mann ger broytingar í sínum lívi, havi eg gjørt nøkur lyfti sjálv:
- Brúka minni pengar
... upp á ting, ið mær als ikki nýtist. Til dømis vatnfløskur og mentos í kantinuni í Hoydølum.
- Banna minni
Eg fari í hvørtfall at royna, men eg lovi einki.
- Leggja gerandisdagin betur til rættis
2016 verður árið, har eg ikki byrji at gera heimaarbeiði 2 tímar, áðrenn tað skal latast inn.
- Nýta minni tíð á sosialum miðlum
- Drekka meira vatn
- Taka færri myndir
av tingum, ið ongan týdning hava.
- Taka fleiri myndir
av tingum og løtum, ið hava týdning.
- Ferðast í egnum landi
- Síggja allar Harry Potter filmarnar
Hvørji eru tíni nýggjárslyfti?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |