Klumma: Krøv til útsjónd

Klumma: Krøv til útsjónd
Lat meg geva tær eini ráð, bastard, sigur Katrin Kamban
25.10.2016 - 15:45

Skrivað hevur Katrin Kamban

 

“Lat meg geva tær eini ráð, bastard. Aldrin gloym, hvat tú ert. Restin av heiminum fer ikki at gloyma tað. Lat teg í tað sum eina brynju, og so kann tað aldrin brúkast til at særa teg.”

 

Eg eiti Katrin, eg eri 19 ára gomul, sirka 175 cm long, og eg veit ikki, hvussu nógv eg vigi. Eg havi ikki vigað meg í onkrastaðni millum trý og fýra ár, tí eg avgjørdi, at vektin á mínum likami ikki longur skuldi avgera, hvussu eg skuldi liva.

 

Vit hava ein struktur, vit øll kenna. Hvat er pent, og hvat er ljótt. Tað er ymiskt frá persóni til persón, og tað broytist eisini frá ári til ár. Í 90'unum og tíðliga í 2000 høvdu vit heroin chik. Gentan, sum var so kløn, at hon sá út sum eitt stoffvrak. Í dag hava vit Beyoncé, Nicki Minaj og Jenner/Kardashian klanin, sum við stórum reyvum, boppum og varrum, enn einaferð diktera, hvat er pent. Í dag dámar okkum kurvar. Okkum dámar eisini narkovrak lookið. Vit, sum generatión, eru býtt í tveir partar. Vit hava instagram útsjóndina, har klæðir, hár og sminka hava nógv at siga. Summi liva enntá av at síggja gott út á instagram. Hin helvtin heiðrar tí ljóta. Løgnar frisyrur, glopp millum tenninar og normcore. Tað natúrliga og vanliga menniskjað er gjørt til eitt fenomen.

 

Fyri at vera heilt erlig, so hevði eg nokk eisini roynt at livað av at sminka mær á instagram, um eg hevði evnini. Men tað havi eg altso ikki, og friður verið við tí. Eg eri púra miðal í míni útsjónd. Ikki feit, ikki kløn. Eg havi havt ringt akne, síðan eg kom í pubertetin, og tað havi eg enn. Eg havi eisini appilsinhúð og eina unibrow. Soleiðis er tað. Eg síggi út sum eitt vanligt menniskja, og tað tók mær langa tíð at góðtaka. Tí hesin struktururin hevur eisini dikterað mítt lív, og tað var tað mest syrgiliga, sum er hent mær. Tí í síðsta enda síggja vit bara út, sum vit gera, og ofta royna vit alt ov hart at fjala tann sannleikan. Tí har er ikki nógv at gera við okkara genir, og um tey diktera, at tú skalt hava skeivar tenn, ella brillur, ella feittut hár... Ja. So mást tú bara læra at liva við tí.

 

Eg minnist, tá eg var yngri og hugsaði, at um eg ikki nevndi, at eg hevði pirrur, og eingin annar tosaði um akne, tá eg var har, so fóru fólk ikki at síggja líka væl, at mítt andlit sá út sum ein krígssona. Soleiðis riggar tað heldur ikki, tí hesi fólkini sóu meg hvønn dag. Eg sá eisini tey hvønn dag. Men eg hevði altso ringast húð av øllum, og okkurt í mær segði, at tað gjørdi meg minni dámliga. Í síðsta enda mátti eg góðtaka, at tað var soleiðis, tað fór at vera, inntil tað ikki var soleiðis longur, og øll rundan um meg sóu tað altso. Eg havi brúkt túsundvís av krónum uppá at fáa tað vekk, áravís av dagligum tablettum, og tað hevur ikki gjørt annað enn givið mær bivirkningar. Moðið. Men soleiðis er tað.

 

Eg bleiv biðin um at skriva um vakurleikastandardir og kom at hugsa um, hvussu hart vit royna at fjala okkum, hóast tað ikki ber til. Vit royna at fjala tað ljóta í okkum, tað sum ikki passar standardinum, og tað, sum vit halda, onnur ikki fara at dáma við okkum. So vit fara í Yndi, og vit fara á kur, og vit royna at eta sunt og ikki røra við andlitið, tí so fara vit einaferð at blíva pen. Vit jagstra dreymin um almenna accept og vóna, at vit ein skønnan dag fara at vera nóg pen til, at vit fara at dáma okkum sjálv. Hóast sannleikin jú er, at um tær ikki dámar teg sjálva/n, áðrenn tú gerst pen/ur, so fert tú heldur ikki at gera tað aftaná. Tí tín útsjónd hevur einki at siga um títt virði ella tín rætt at vera til og taka pláss í heiminum. Tú sært út, sum tú gert, og tað merkir ikki, at alt tað, ið tú dugir, verður annulerað, tí tú ert yvirvektig. Tað merkir ikki, at tú ikki ert dugnalig at spæla guitar, ella syngja, ella at tú ert minni góð við tíni vinfólk ella við djór. Tað merkir bara, at tú vigar meira enn onnur. Tínar brillur merkja bara, at tú ikki sært nóg væl, og tín boyli merkir bara, at tú ikki hevur beinar tenn. Tínar pirrur merkja bara, at tú hevur nøkur hormonir, sum ikki vilja tað sama sum tú. Eg vildi ynskt, at vit steðgaðu við at geva okkara yvirflatu so nógva makt. Tú ert meira enn tað, tú sært út sum. Um tú sært gott út ella ringt út, so ert tú enn bara eitt menniskja. Og tað má í sær sjálvum eisini vera gott nokk.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.