Klumman: Jantelógin týnir føroysku skúlarnar

Klumman: Jantelógin týnir føroysku skúlarnar
Seinkar tann fitti, solidariski og humanistiski hugburðurin føroyska samfelagnum? Kundi skúlagongdin í Føroyum ikki verið gjørd nógv betri? Áttu flokkar at verið deildir upp eftir førleikum?
13.04.2016 - 20:00

Jantelógin í Føroyum

“Du skal ikke tro, du er noget,” sigur jantelógin umframt níggju aðrar tílíkar setningar.

 

Tað er ein sannroynd, at føroyski hugburðurin mótvegis nógvum tingum kann endurspeglast í hesum tíggju lógunum, sum faktiskt frá fyrstantíð vórðu førdar fram við speisemi yvir júst tílíkar hugburðar.

 

Hvørt tað er gott ella ringt, at grundsúlurnar undir almenna føroyska samfelagshugburðinum byggja á ein slíkan hugburð, er eitt endaleyst kjak. Tað hevur ivaleyst bæði ágóðar og vansar.

 

Dømi um ein álvarsligan vansa verður niðanfyri ført fram. Ein vansi, sum heldur føroyska samfelagnum aftur frá at koyra enn skjótari við enn betri útbúnum fólki.

 

Hvar er gularótin?

Sum næmingur í Føroyum er tað fyri mær greitt, hvat endamálið við skúlagongdini er – Lær so nógv tú kanst, soleiðis at tú kanst nýta metini hjá tær at koma inn á ein so góðan lærustovn sum til ber. Hetta geldir bæði frá fólkaskúla til miðnám, men serliga frá miðnámi til hægri lesnað.

 

Tað, sum eg tó fílist á, er, at eftir mínum tykki kundu nógv fleiri næmingar í Føroyum klára seg enn betur. Fleiri næmingar kundu fingið munandi betri met og harvið eisini komið á betri lærustovnar. At enda við kundu Føroyar ríkað seg við enn betri útbúnum fólki.

 

Í sær sjálvum átti strembanin eftir góðum metum verið nokk til at eggja tí einstaka næminginum, til at avrika eftir bestu førleikum.

Soleiðis meti eg tíverri ikki støðuna at vera. Nógv fólk hava førleikarnar til at avrika á einum nógv hægri støði, enn tey í núverandi støðu gera, men mangla møguliga onkra “gularót” til at motivera tey.

 

Humanistiska hugsjónin viðurkennir ikki dugnaskap

Eg minnist meg einaferð í lívinum hava lisið um eina føroyska gentu, sum hevði fingið eitt tað hægsta miðaltalið í onkrum donskum býráði nakrantíð. So nógv skuldi til, fyri at ein dugnaligur næmingur skuldi fáa okkurt slag av viðurkenning í Føroyum.

 

“Í Føroyum duga øll líka væl, bert á hvør sín hátt,” verður ofta sagt. At geva einum dugnaligum næmingi almenna viðurkenning á onkran hátt, tað gongur ikki. Viðkomandi fer at fáa yvirlutakenslur, ímeðan tey minni-dugnaligu fara at kenna seg minniverd. Ein typisk aftuvendandi, humanistisk, føroysk hugsjón.

 

Eg hyggi tó annarleiðis at hesum.

 

Byrjar tú at geva viðurkenningar, so gerast tær beinanvegin motiveringsfaktorar. Viðurkenningarnar kunnu vera persónligar ella almennar.

Næmingar, sum frammanundan klára seg væl, hava enn eina orsøk at halda góða støðið. Næmingar, sum kanska ikki leggja nógv í skúlan frammanundan, verða eggjaðir til at taka seg saman. Altso fer støðið á skúlunum sum heild at hækka.

 

Viðurkenningar – Hvussu tá?

Ein viðurkenning merkir ikki ein grein í blaðnum, sum dømið omanfyri skeyt upp.

Ein viðurkenning kann t.d. merkja, at skúlarnir í hvør sínum lag seta dagar av til at bjóða góðum næmingum við til. Hetta kann innibera eina konsert, stuttlig tiltøk, grill uttanfyri, eina røðu til dugnaligu næmingarnar o.s.fr.

 

Tað kann vera eitt lítið skjal, ein fær í endanum á árinum, sum vísir til skúlaligu dygdargóðskuna.

Jennifer Rose Palomar - wordpress.com

 

Ein listi kann hanga í skúlanum, sum heiðrar teimum dugnaligu næmingunum o.s.fr.

 

Fyri teir yngru næmingarnar, har stórur dentur enn ikki er lagdur á próvtøl, kundu næmingar verið heiðraðir á aðrar hættir. Yngru deildirnar í fólkaskúlanum er eitt gott boð.

Í útlondunum hava lærarar m.a. givið gullstjørnur til næmingar, sum hava framt fyrimyndarligan atburð, umframt eina gávu av onkrum slag. Plakatir hava eisini verið hongdar upp við inngongdina í skúlunum, har nøvnini á virðingarfullum næmingum eru skrivað upp.

 

Nakrir skúlar hava enntá innført, at lærarar útnevna næmingar, sum hava gjørt okkurt merkisvert í vikuni. Útnevndu sleppa síðan at eta døgurða saman við eitt nú skúlastjóranum. Hetta elvir til, at næmingarnir fara at kenna seg serstakar og fara vónandi at tillaga sín atburð soleiðis, at teir seinni aftur kunnu enda sama stað.

 

Er floksskipanin optimal?

Skúlin er ein av heilt fáu stovnunum, um ikki tann einasti, har vit ikki verða deild upp eftir førleikum, men ístaðin aldri. Soleiðis hevur verið skipað í nógv harrans ár, og fari eg ikki at krevja, at hetta skal broytast.

 

Nú, tá ið nógv prát er um at effektivisera, er tos um at samanleggja fleiri skúlar; Skúlin av Fløtum og Skúlin við Marknagil eru tvey dømi, sum longu eru sett í verk.

 

Hví ikki royna at innføra eina stigskipan, har næmingar verða deildir upp í flokkar eftir dugnaskapi?

 

Uppáhaldið, at tað er sunt fyri tann miðaldugnaliga næmingin at hava meira dugnaligar næmingar í flokkinum, haldi eg vera ógvuliga einsíða. Teir dugnaligu næmingarnir kunnu óivað læra hinar næmingarnar nøkur ting, soleiðis at teir betra seg.

 

Men hvat læra teir meira dugnaligu næmingarnir av hesum?

 

Lærarin noyðist fyrst og fremst at seta næmingarnar, sum eru aftanafyri, fremst. Hetta kann gera, at ein dugnaligur næmingur bert situr og bíðar í fleiri undirvísingartímar, inntil hann kann byrja at læra nýtt tilfar – tí hann er langt síðan komin víðari.

 

Hvør sigur, at teir miðaldugnaligu næmingarnir læra meira av at ganga í flokki við teimum meira dugnaligu næmingunum, enn teir meira dugnaligu næmingarnir missa av at ganga í flokki við teimum miðaldugnaligu?

 

Við skúlasamanleggingum, hava vit nóg nógvar næmingar til at skapa nakrar flokkar, sum eru uppdeildir eftir skúlaligum dygdum. Teir meira dugnaligu næmingarnir ganga í einum flokki og læra tilfar á støðinum og við tí ferðini, sum passar teimum. Teir miðaldugnaligu arbeiða á ein samsvarandi hátt.

 

Eg kenni tíverri til dømir um dugnaligar næmingar, sum fara úr fólkaskúla niðan á miðnám, og sum enda 3.s við einum munandi verri meti enn í fólkaskúlanum; hetta orsakað av, at flokkurin hjá viðkomandi ikki hevur raðfest skúlan nokk. Viðkomandi er drigin inn í dovna og ómennandi hugburðin – hetta kann fyribyrgjast.

 

Er tíðin ikki búgvin at endurskoða, hvussu føroyskir skúlar virka, og effektivisera undirvísingina, júst á sama hátt, sum so nógv onnur økir í samfelagnum verða effektiviserað í dag? Er hetta ikki at háttur at skapa størri framgongd í føroyska samfelagnum?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.