Lær at nýta spegilsrefleksmyndatólið

Lær at nýta spegilsrefleksmyndatólið
Hevur tú áhuga í myndatøku, men villist í mongu stillingunum? Her er ein løtt vegleiðing
09.01.2016 - 18:00

Eitt spegilsrefleksmyndatól kann tykjast fløkjasligt at fáast við, og endar mann øgiliga ofta við at nýta auto-funkuna. Men miss ei vónina!

 

Har eru tríggjar grundleggjandi funkur, ið ein skal taka atlit til. Tá ein hevur lært avleiðingarnar av at stilla tær ymsu funkurnar, so snýr tað seg um at vita, nær ein skal brúka hvørja. 

 

Reyðu ringarnir á myndini vísa á tríggjar tær týdningarmestu funkurnar.

 

Opið (aperture, blændeåbning)

Fyri at stilla opið, skiftir tú tað, ið eitur F-virði. Við hesari stillingini velur tú, hvussu stórt holið í sjálvari linsuni skal vera. 

 

Tá opið er størri, kemur meira ljós inn, og er tað tískil skilagott at nýta eitt stórt op í myrkum umstøðum. 

 

Eitt stórt op hevur tó eisini við sær, at linsan klárar tá ikki at fokusera á eitt stórt øki.

So tá ið ein skal taka eitt portrett, riggar best um mann brúkar eitt lutfalsliga stórt op, tí at tá verður bakgrundin slørut.

 

Tann fyrsta myndin niðanfyri hevur eitt F-virði á 10 og tann seinna hevur 2.8. (Havi broytt aðrar stillingar, so báðar vórðu líka ljósar).

 

Eitt nóg høgt F-virði fær fokuserað á hondina og handtakið í senn, og tað lága fær bert hondina við.

 

 

 

So um tú skalt taka eina familjumynd við fimm fólkum, so riggar illa at taka í einum myrkum høli, har mann noyðist at pressa opið størri, tí so verður onkur persónur óivað uttan fyri fokus.

 

GG: Eitt lágt F-virði gevur eitt stórt op, hóast mann kundi hildið tað mótsatta.

 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu F-virðið ávirkar opið.

 

 

Lukkaratíð (shutterspeed, lukkertid)

Um vit taka eitt dømi og siga, at ein skal taka myndir til eina rokk konsert, so hevur mann nøkur motivir, ið flyta seg nógv og skjótt á einum palli. Til hetta er tað týdningarmikið at hugsa um lukkaratíðina á myndatólinum. 

 

Um tú hevur eina seina lukkaratíð, t.d. á 1" (eitt sekund), so brúkar myndatólið eitt sekund at taka myndina. T.v.s. at opið opnast, er opið í eitt sekund og letur so aftur.

 

Men ein gittarspælari í essinum flytir seg nógv upp á eitt sekund, og hann fer tí at verða slørutur á tí myndini. Ein góð lukkaratíð til eina villa konsert hevði verið 1/100 (ein hundranda partur av einum sekundi) ella skjótari.

 

Myndirnar niðanfyri eru tiknar í (frá vinstru) 1/80, 1/8 og 1.

  

 

Men her skal mann aftur hugsa um ljósið. Sum tað sæst á myndunum, so gevur ein sein lukkaratíð nógv ljós til myndina, og ein skjót gevur minni. 

 

Tá kann tað vera trupult at fáa nóg nógv ljós til myndirnar frá eini konsert, tí tá er ofta øgiliga lítið eksternt ljós. Tá er tað ein spurningur um kompromis, um tú vilt lata okkurt vera uttan fyri fokus, hava ein slørutan gittaraspælara ella eina myrka mynd. Tað ber sjálvandi eisini til at nýta tí "ov seinu" lukkaratíðina til sín fyrimun.

 

Myndin omanfyri er eitt dømi við seinari lukkaratíð.

 

Ljósviðkvæmi (ISO, lysfølsomhed)

Hesin parturin er rættiliga einfaldur at nýta, hóast tekniskur. 

 

Øll kamera hava ein sensor, sum kann vera góður og minni góður. Tað er serliga her spegilreflekstólini skilja seg frá vanligum kompaktmyndatólum, tí teirra sensorur er munandi betri. 

 

Vanliga hevur eitt nýtt myndatól møguleikan at velja ISO millum 100 og eini 6400. Tá mann velur eitt lágt ISO tal, so lækkar mann ljósviðkvæmi á sensorinum og eisini ljósið í myndini.

 

Her er sama grundregla sum við hinum báðum funkunum, at tú broytir stillingina, alt eftir hvussu nógv ljós umstøðurnar geva tær. Men tá tú skalt taka eina mynd, so noyðist tú, aftrat F-virðinum og lukkaratíðini, at hugsa um, at góðskan á myndini lækkar av at hækka ISO talið.

 

Niðanfyri eru tvær myndir, har tann fyrsta er tikin við blitsi og tískil ikki hevði tørv á einum hægri ISO enn 200. Hin myndin er tikin uttan blits í einum myrkum rúmi og er tikin við einum ISO á 8000. Her sæst, at eitt høgt ISO gevur eina meira kornuta, ikki so góðskuríka mynd.

 

Tey dýraru, betru myndatólini kunnu fara hægri upp í ISO, uttan at tað gongur út yvir góðskuna.

 

 

Tekniskar raðfestingar

Tað snýr seg also um at vita, nær ein hevur tørv á skjótari lukkaratíð, og nær tað hevur størri týdning at hava góða góðsku, heldur enn nógv ljós. Um tú skilir hesi trý tingini, so ert tú væl á veg. Men um tú vilt gerast ein góður fotografur, so ræður um at spæla við hesar stillingarnar so nógv sum gjørligt. Síðani kanst tú byrja at leggja tína orku í tað visuella og eisini taka eitt stig víðari og gera íløgur í betri linsur og aðrari útgerð. Men tað taka vit eina aðru ferð.

 

 

Góðan arbeiðshug!

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.