- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkingar í 9 av 11 finalum
Størsti hondbóltsdagurin í árinum er byrjaður. Fyrsti dystur verður leiktur klokkan 13.30 á gula gólvinum í Høllini á Hálsi. Tað verða neistakvinnur og vestmenningar, ið hittast eftir sera spennandi semifinalur í síðstu viku.
- Tiltakið er vaksið fyri hvørt ár, og er hetta ársins vikuskifti fyri flestu hondbóltsáhugað í Føroyum, sigur Ári Rouch, samskipari í Hondbóltssambandinum.
Skráin fyri finalurnar, ið verða leiktar um vikuskiftið
Hyggur mann eftir yvirlitinum, er sermerkt, at H71 er í heili 9 av teimum 11 finalunum.
Eg spurdi Sunnevu Jakobsen, forkvinnu í H71, hvussu tað bar til, at tey enn eina ferð høvdu so nógv lið, ið høvdu spælt seg til eitt pláss í finalunum.
- Tey seinastu árini hava vit í H71 lagt stóran dent á at hava skikkaðar venjarar at taka sær av venjingunum. Í hesum sambandi settu vit fyri nøkrum árum síðani ein ungdómsvenjara í starv, og er onki at ivast í, at hendan íløgan hevur verið viðvirkandi til, at felagið í ár hevur klárað seg so væl við at spæla seg í 8 út av 9 barna- og ungdómsfinalum.
Nógv tíð og orka verður brúkt upp á felagið
At verða nevndarlimur í slíkum felagi krevur eisini nógva tíð og orku. Hvørja viku eru fundir og nýggj evni, ið skulu viðgerast.
- Hjá summum nevndarlimum gongur neyvan nakar dagur, har ikki okkurt viðvíkjandi H71 verður gjørt, sigur Sunneva við einum brosi.
At vinna steyp er ikki alt
Hóast Sunneva heldur, at tað er fantastiskt at síggja leikararnar verða komnar so langt, so eru eisini nógvir leikarar í felagnum, ið ikki skulu spæla finalu.
- Tað, at tað eru nógv lið hjá H71 í steypafinalunum, er sjálvandi stuttligt, men tað at vinna nógv steyp sigur í sær sjálvum ikki nakað um, hvussu “gott” eitt felag er. Heldur er tað, sum eyðkennir eitt gott felag, at tað verður sett fokus á at menna leikararnar soleiðis, at tey øll vónandi gerast betri hondbóltsspælarar, og at leikararnir trívast í felagnum.
Visti tú..
at fyri at leggja eitt slíkt tiltak til rætis skulu:
6 fólk í høllina at leggja gólv og annað
2 fólk at leggja reklamur á gólv
2 fólk frá Poul Hansen at heingja reklamur upp
6 fólk frá ljóðtøkni til ljós og ljóðútgerð
2 fólk frá HSF til ymiskt
21 fólk frá KVF
3 fólk frá høllini
2 lønt fólk frá HSF
6 óløntir nevndarlimir frá HSF
20 vaktir frá EB
1 hallarspeakari og DJ
ein fotografur, try fólk frá Ráklipp til stroyming
og síðst, men ikki minst: dómaraborð, dómarar, eygleiðarar
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |