- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Okkum manglar bara at skora uppá okkara kjansir
Neistakvinnurnar gjørdust føroyameistarar í høllini á Hálsi í dag eftir sera málfátaka 13-12 dystin ímóti Kyndli. Hálvleiksstøðan var 6-5 til Neistan.
- Vit roknaðu við einum hørðum dysti, og tað vóru vit eisini klárar uppá. Vit settu okkum bara fyri at vinna, og vit vistu, at vit vórðu noyddar at kempa meira enn seinasta dyst, av tí at hann var rættiliga lættur, og tað vistu vit, at dysturin í dag ikki fór at verða, sigur Birita Jacobsen hjá Neistanum eftir sigurin.
Sera málfátakur dystur
Grannauppgerðirnar hjá Neistanum og Kyndli plaga ongantíð at vera sera málríkir dystir. Og tað var tað eiheldur í dag.
- Nógvar villur og tvær knallharðar verjur vóru orsøkin til tey fáu málini. Tað var ringt at koma ígjøgnum verjuna. Tá mann kom ígjøgnum, stóðu málmenninir væl, leggur Birita aftrat.
- Tvær øgiliga góðar verjur, haldi eg, er orsøkin til tey fáu málini. Eingin sleppur lætt til skot, tá ið mann so kemur til skot, er tað øgiliga pressað. Eisini haldi eg, at báðir málmenninir stóðu avbera væl í dag, sigur ein skuffað Anna Brimnes eftir ósigurin
Í hondbólti gongur tað skjótt
Hóast kyndlakvinnurnar vóru aftanfyri í hálvleikinum, ætlaðu tær ikki at broyta tað stóra í sínum spæli.
- Vit vóru bara aftanfyri við einum, og í hondbólti gongur tað jú so skjótt. Eitt mál er skjótt at heinta inn aftur. Venjararnir biðja okkum sum so bara koyra á og standa líka væl í verjuni í seinna hálvleiki sum í fyrra, tað haldi eg so eisini at vit gjørdu. Okkum manglar bara at skora uppá okkara kjansir, leggur Anna aftrat.
Málskjúttar:
Neistin: Marjun 4, Nico 2, Brynja 2, Jacklin 1, Eir 1, Birita 1 og Lilja 1.
Kyndil: Bára 2, Gudrun 2, Anna 2, Marianna 2, Anja 1, Bjarta 1 og Turið 1.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |