- U-landsliðini eru sterkari enn A-landsliðini

- U-landsliðini eru sterkari enn A-landsliðini
- Hetta fer vónandi at merkja, at A-landsliðini fara at styrkna so hvørt, tað sigur Hallur Danielsen, samskipari í HSF. Les restina av samrøðuni og síggj, hvørjar avbjóðingar tey føroysku landsliðini hava fyri framman!
29.10.2016 - 20:30

Føroysku landsliðini hava nógvar stórar avbjóðingar fyri framman. Venjingin er nógv, og vónirnar eru av tí sama góðar.

 

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla HM-undankapping í Føroyum ta fyrstu vikuna í desembur. Tær eru komnar í bólk saman við Eysturríki, Makedonia og Íslandi. Hallur Danielsen, samskipari í HSF, metir tað at verða eina trupla uppgávu.

 

Venjarar eru Andreas F. Hansen og Scott Harrington.

 

A-landsliðið hjá monnum skal eisini spæla undankapping í Føroyum í døgunum 13. - 15. januar. Teir skulu spæla ímóti Kýpros og Grikkalandi, ið gevur teimum ein fínan møguleika til at kvalifisera seg til EM-endaspælið. Longu í november sleppa teir at royna seg, tá teir skulu til Póllands til eina venjingarkapping. Har spæla teir eitt nú ímóti danska b-landsliðnum, har føroyski Jóhan á Plógv er úttikin.

Liðið vann í síðsta ár Emerging Nations Cup, ið varð spælt í Kosovo.

 

Venjarar eru Kári Nielsen og Birgir Hansen.

 

 

U-landsliðini skulu eisini út at royna seg

- U21 mennirnir vænti eg fara at klára seg væl móti Sveis, Ísrael og Finlandi. Enn er ikki avgjørt hvar kappingin, sum skal spælast 6-8. jan. verður, men Føroyar hava møguleika at velja at hon verður í Føroyum, tí vit vunnu lutakastið. Verður kappingin í Føroyum meti eg, at vit hava ein veruligan møguleika at spæla okkum seg í sjálvt HM endaspælið, sum verður í Algeria næsta summar, heldur Hallur.

 

Venjarar eru Kári Nielsen og Ingi Olsen

 

U19 kvinnurnar hjá Føroyum skulu til Makedonia at spæla EM-undankapping. Tær eru í bólki við verttjóðini Makedonia, Moldova og Ungarn.

 

- U19 kvinnurnar hjá Føroyum hava eisini ein veruligan møguleika, tá tær skulu til Makedonia at spæla. Ungarn er í topp fýra í Evropa, so tað verður torført, men tvey lið fara víðari til endaspælið, sum verður í Slovenia komandi summar, og Føroyar kunnu vinna á bæði Moldova og Makedonia, sigur Hallur.

 

Venjarar eru Harald Bjørgvin og Bárður Johannesen.

 

 

Nógv arbeiði krevur eisini nógvar pengar

- HSF ger eitt miðvíst arbeiði at tryggja fíggjarliga grundarlagið. Vit hava fýra inntøkumøguleikar. Privatir sponsorar, veddingarpengar, almennur stuðul og so tað, vit sjálv skapa við áskoðarainntøkum o.s.fr. Privatir sponsorar fíggja umleið helvtina, meðan veddingarpengar og tað, vit sjálv skapa, fíggja størsta partin av restini. Almenni stuðulin er ein viðfáningur, umleið 5 %, men vit vóna, at landið vaknar og sær møguleikarnar og styrkina í hondbólti og ítrótti sum heild, sigur Hallur at enda við.

 

 

Kvinnurnar spæla  2. - 4. desembur, og menninir í januar 2017. Meira kunning um tað seinni her á Røddini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.