- Tíðindi, mentan og ítróttur
RøddinLive: Snýt og endurrit í skúlanum
RøddinLive: Snýt og endurrit í skúlanum
Hevur tú nakrantíð snýtt í skúlanum, tá talan er um uppgávuskriving? So ert tú ikki einsamøll/mallur í hesum. Lurta eftir Røddini í kvøld klokkan 19.00, har tað verður varpað ljós á hetta
12.02.2016 - 15:45
Hevur tú nakrantíð snýtt í skúlanum, tá talan er um uppgávuskriving? So ert tú ikki einsamøll/mallur. Tí tað vísir seg, at tað eru nógv, ið hava roynt at snýtt. Tó verða tey fægstu uppdagað.
Í RøddiniLive práta vit við tveir miðnámsskúlanæmingar, sum greiða frá, hví teir snýta í uppgávum. Hesir verða tó dulnevndir. Teir greiða millum annað frá, at teir vita um mong onnur, ið gera tað sama.
Harafturat práta vit við Herleif Hammer, rektara í Hoydølum, um hetta.
Bjarni Rasmussen og Brandar Heðinsson, miðnámsskúlanæmingar, hava orðaskifti um hetta seinni í sendingini.
Lurtið eftir RøddinLive í kvøld klokkan 19:00!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |