Steypafinalustórsigur

Steypafinalustórsigur
- Tað varð ov tungt, segði Rói Berg Hansen, vongur hjá Neistanum, eftir tapið ímóti H71
13.02.2016 - 16:30

Eftir ein avbera spennandi fyrra hálvleik, runnu teir svørtu úr Hoyvík frá Neistamonnunum og vunnu 22-28. Hálvleiksstøðan var 12-13.

 

- Vit eru eitt betri lið enn Neistin. Teir koma framum 10-6, tá ið vit dekka við 3-2-1 verju, so skifta vit til 6-0 verju, og so koyrdi tað bara. Vit fingu nógv kontramál, tað hevði nógv at siga, segði fegni Mark Lausen Marcher hjá H71.

 

- Vit verja so mikið væl, at vit vinna bóltarnar og fáa runnið frá teimum. Teir síðstu 10 minuttirnir høvdu lítið og einki at siga. Vit renna teir troyttar og hava nógvar leikarar at skifta út við, leggur Mark aftrat.

 

 

 

 

- Ringt at seta fingurin á, hvat tað var, ið gekk galið í dag. Vit verða ov tryggir í okkara leiðslu, tá ið vit koma framum. Teir eta seg spakuliga inn á okkum aftur. Áðrenn dystin ætlaðu vit at halda fast í teimum, stressa teir. Men vit fara frá okkara avtalum, tá ið vit koma framum við hesum 4 málunum. Ætlanin var bara at fara aftur til okkara avtalur, men tað fara vit so ikki, og tá kiksar tað totalt, segði 19 ára gamli Rói Berg Hansen, ið skoraði 9 mál fyri Neistan.

 

Aftanfyri allan seinna hálvleik

Hoyvíkingar fáa runnið seg frá Neistamonnunum, serliga, tá ið Neistin fær útvísingar, í spennandi løtum.

- Tá ið vit fáa útvísingar og verða 5 leikarar á vøllinum, fáa vit til dømis ikki mansvart Peter Krogh, og hann er ein øgiliga farligur leikari. Tá ið hann fær pláss, so skorar hann, segði Rói til endan.

 

Dagsins leikari

Bestu leikararnir av dystinum skuldu eisini veljast, og tað blivu málmenninir Nicholas Satchwell hjá Neistanum og Tóraldur Kollsker hjá H71.

 

Málskjúttarnir fyri liðini:

H71: Pætur Thomsen 6, Mark Lausen Marcher 4, Hilmar Leon Jakobsen 4, Peter Krogh 4, Jónas Djurhuus 4, Sigmundur Nolsøe 2, Helgi Hoydal 2, Tóraldur Kollsker 1, Tróndur Arge 1.

Neistin: Rói Berg Hansen 9, John í Innistovu 4, Jugoslav Djumic 4, Andras Joensen 1, Regin Petersen 1, Sjúrður Thomasen 1, Herbjørn Lava 1, Hjalti í Jákupstovu 1.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.