- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 ting, ið bert hondbóltsleikarar skilja
1) Tá mann hevur havt steðg og byrjar at venja aftur
2) Tá mann fær blá/reyð merkir um allan armin
"Íjøsus, hvat er hent við tær?" spyrja fólk altíð. "Góður dystur í gjár" plagar at vera svarið.
3) Tá eingin hevur harpiksreins við til venjing/dyst
4) Tá mann hevur keypt eina nýggja hvíta venjingarblusu
... men ikki tímir í hana til venjing, tí so er hon ikki hvít leingi aftrat.
5) Tá ein ikki hevur bólt við til venjing
so allar/allir mugu koyra 'bóltarnar fram' til upphiting.
6) Harpiks. Er. Allastaðni. Altíð.
7) Hasin eini persónurin á liðinum, sum aldrin vaskar sín skinnara
og hann luktar av deyða.
8) Tað er næstan flovisligt at fara í kjóla, tí beinini hjá tær síggja soleiðis út (á einum góðum degi)
9) At "tape'a" alt inn
Hárnálir, oyralippur, fingrar, fótliðir, you name it.
10) Tá høllin, sum mann spælir í, hevur ta vánaligastu fløguna frá til upphiting
11) Tá shortsini eru so lang, at mann má 'rulla' tey við miðjuna
12) Tá mann er strika, og hetta hendir
mynd: www.dr.dk
13) Tá mann hevur verið í einari høll allan dagin
og ikki er vísur í, um klokkan er 11 ella 19.
14) Tá fólk siga, at fótbóltur er meira spennandi
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |