- Tíðindi, mentan og ítróttur
RøddinLive: Námsferð og út at koyra fyri fyrstu ferð

Tað er fríggjadagur, og RøddinLive verður í luftini í kvøld klokkan 19.00.
Námsferð er nakað, ið hevur verið nógv umrøtt, av tí at nøkur vilja vera við, at tað er óneyðugt, meðan onnur halda, at tað er alneyðugt.
Nógvir fólkaskúlar hava strikað hesar ferðir, meðan miðnámsskúlar kring landið hava hildið fast í hesum og fara í minsta lagi eina ferð um árið avstað. Vit práta við Súsonnu Hjallnafoss og Bjarta Sigmundarson um endamálið við námsferðum, og um endamálið í nóg stóran mun verður rokkið.
At fara út í ferðsluna at koyra fyri fyrstu ferð er nakað, ið nógvir tannáringar royna. Vit fara við einum næmingini hjá koyrilæraranum Benny Ejdesgaard, ið skal út at koyra fyri fyrstu ferð.
RøddinLive í kvøld klokkan 19.00!
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |