Tá kvinnan ikki er kritahvít

Tá kvinnan ikki er kritahvít
- Fólk møta alt ov ofta mínum turriklæði og ikki mær, sigur Aisha Mohamed Abdullahi, sum er muslimur og búsitandi í Keypmannahavn
08.03.2016 - 16:30

Vit báðar sita í míni lítlu íbúð á Amagerbro. Hon býr í Valby saman við mostur síni og fýra systkinabørnum. Eg eiti Kára Bjarnadóttir Jakobsen. Hon eitur Aisha Mohamed Abdullahi. Hon er 23 ára gomul. Eg eri 24. Eg sleit mínar barnaskógvar í eysturbýnum í Havn. Hon sleit sínar í Somalia. Hon hevur níggju systkin. Eg havi tvey. Hon lesur sjúkrarøktarfrøði. Eg lesi retorikk. Sjálvt um eg so avgjørt ikki eri hvítasti føroyingur, eg havi sæð, ja so tykist eg serliga bleik í dag. Hon er myrk. Hon hevur hvítar tenn. Og hon hevur eitt litríkt turriklæði, ið fjalir alt hárið.

 

Men vit eru báðar ungar kvinnur. Og sostatt undrist eg á, hvør munurin er á mínum feminismubardaga og hennara.

 

 

 

- Eg havi sjálv valt tað. Og mær dámar væl at ganga við turriklæði – eg kenni meg eitt sindur nakna uttan.

 

Hon hevur eitt vinarligt og glógvandi smíl, og hon tosar næstan líka nógv við ørmunum og mimikkinum sum við munninum. Eg hyggi eftir turriklæðnum, hon hevur á høvdinum – tað mann vera heitt.

 

- Summi hava sagt við meg: ”Áh Aisha, nú ert tú í Danmark, tak nú turriklæðið av,” men eg eri errin  av at ganga við turriklæði. Tað tykist sum um, at vit skulu fjala átrúnað í dag. Eg veit um bæði muslimar og kristin í Danmark, sum ikki tora at siga, at tey eru tað, tí at mann helst skal vera ateistur ella kanska eitt sindur buddistiskur – so er í lagi, tí tað er kul. Men tað er bara so keðiligt, um vit øll skulu verða líka. Eg haldi, at tað er vakurt við átrúnaði.

 

 

 

Armarnir, herðarnir og høvdið flytast í takt við allar setningarnar, ið koma streymandi út úr munninum. Hon flennir hart og tosar skjótt, og tenninar skyggja millum brúnu og rundu varrarnar. Og á ein ella annan hátt mótprógvar hon allar fordómar, eg hevði um kvinnur við turriklæði – at tær eru reserveraðar, alvorligar og eitt sindur friðarligar. Hon er framlig, opin og lívlig. 

 

- Eg havi ikki upplivað so ógvusligar fordómar. Sum oftast eru tað bara smáir fordómar. Til dømis var eg úti á einum ellisheimi í sambandi við útbúgvingina, og tá segði ein kvinna við meg: ”Minst til, at tú mást ikki stjala”. Fleiri hava eisini róst mær fyri mítt danska, sjálvt um eg havi búð í Danmark í 15 ár, og uppaftur onnur hava sagt við meg: ”Uuh, tú hevur hár, Aisha”, tá ið tey síggja hárið hjá mær.

 

Hon leggur tó aftrat, at serliga eftir yvirgangsálopini í bæði Keypmannahavn og París byrjaðu fólk at hyggja eitt sindur øðrvísi eftir henni.

 

- Eg føldi, at fólk hugdu eitt sindur løgið upp á meg. Onkur spurdi meg eisini, um eg tók frástøðu frá tí, sum terroristarnir høvdu gjørt. Og eg hugsaði ”Hvat? Tað hevur einki við meg ella mín átrúnað at gera.” So tá ynskti eg eitt sindur, at eg sá út sum tit.

 

 

 

Men hvør er so størsti munurin á okkum báðum? Hvørjar gerandisligar bardagar stríðist tú við, tí tú ert ein myrk kvinna við turriklæði?

 

- Størsti munurin á okkum báðum er, at tú ert neutral. Eg eri eitt frávik. Tey siga, at øll eru vælkomin. Men av tí at eg bæði eri myrk og gangi við turriklæði, fari eg altíð at skilja meg burturúr. Mann roynir at pakka rasismuna pent inn og siga, at eg eri góð nokk – men eg haldi, at fólk alt ov ofta møta mínum turriklæði og ikki mær.

 

- Mann tosar nógv um integratión, og hvussu umráðandi tað er. Men tað er rættiliga trupult. Av tí at eg síggi út, sum eg geri, ja, so mangli eg at integrerast, men eg sleppi ikki ordiliga at integrerast, tí eg síggi út, sum eg geri. Eg eri ikki neutral sum tú.

 

Nú hyggur hon fyri fyrstu ferð eitt sindur alvorligt upp á meg. Men hon skundar sær so at siga, at hon ikki upplivir hetta so ógvusligt, sum summi onnur kanska gera. Hon greiðir frá, at hon hevur nógv vinfólk, sum fara við henni akkurát sum við øðrum hvítum og turriklæðisleysum dønum.

 

 

 

- Eg hugsi ikki fyrst og fremst um javnstøðu ímillum menn og kvinnur. Eg hugsi um javnstøðu ímillum menniskju við ymiskum bakstøði og ymiskum átrúnaði. Fyri meg er javnstøða, at eg kann kenna meg vælkomna, sjálvt um eg síggi øðrvísi út, og sjálvt um eg trúgvi upp á Allah.

 

- So leingi mann bara leggur dent á, um kvinnur mugu ganga við turruklæði ella ikki, fáa vit ikki javnstøðu. Vit mugu í staðin tosað opið og erliga um munir millum menniskju – vit mugu góðtaka og virðismeta hesar munir.

 

Hennara myrka hond tekur um glasið við tenum í. Mín bleika hond ger tað sama. Vit báðar drekka ein slurk – hon við og eg uttan turriklæði. Báðar smílast.

 

 

 

Myndir: Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.