Páskirnar - fakta og siðvenja

Páskirnar - fakta og siðvenja
Lesið nøkur stutt, áhugaverd fakta um páskirnar og páskatíðina
24.03.2016 - 17:15

Sum kent, snýr páskatíðin seg um Jesusar uppreisn. Í dagsins samfelag byggir hendan tíðin tó alsamt minni á kristnu kjarnuna, men ístaðin á nýggjar siðvenjur.

At mála páskaregg, páskaharur, leitan eftir eggum, at rulla egg o.s.fr. eru nakrar av hesum siðvenjum.

Kunna teg um nakrar av hesum siðvenjunum og síggj nøkur lyklatøl kring páskatíðina.

 

Nær eru páskir

Sum fólk møguliga hava lagt til merkis, so er eingin spesifikkur dato fyri, nær páskirnar eru. Jólaaftan er altíð 24. desember, men soleiðis er ikki við páskum.

Í 2015 var páskadagur 5. apríl. Í ár er hann 27. mars, og næsta ár er hann 16. apríl.

 

Frágreiðingin

Páskadagur er fyrsti sunnudagurin eftir tann sonevnda "Paschal" fullmánan. Hetta navnið hevur røtur í jødisku siðvenjuni "Passover".

Paschal fullmánin er fyrsti fullmánin eftir várjavndøgur. Várjavndøgur er, tá ekvator á jørðini er vatnrætt við miðjuna á sólini, og dagur og nátt eru tá umleið líka long.

Av tí at várjavndøgur ikki er sama dag hvørt ár, so er tað av praktiskum orsøkum fastsett til at vera 21. mars.

Altso liggur páskadagur altíð millum 22. mars og 25. apríl.

 

Fakta

  • Egg verða av nógvum mentanum sæð sum eyðkenni fyri fruktbæri og vár sum eitt tekin um lív og endurføðing.
    Herfrá kemur siðvenjan av geva egg á páskum.

 

  • Í Føroyum er siðvenja at mála egg. Í USA er siðvenja at mála lítlar høsnarungar... 
    (Hendan siðvenjan er tó minkað, tá ið fólk vildu vera við, at hetta var djórapínsla)

 



Mynd: © boingboing.net
 

 

  • Fyrsta søgan, har ein páskahara fjaldi egg í garðinum, varð útgivin í 1680.

 

  • Fyrstu sjokulátaeggini vórðu framleidd í Fraklandi og Týsklandi tíðliga í 1800-talinum

 

  • Tað hægsta sjokulátaeggið nakrantíð var gjørt í Italia. Tað var yvir 10 metrar høgt og vigaði 7200 kg. Tað var hægri enn ein giraffur og tyngri enn ein fílur.



    Mynd: © www.pinterest.com

     
  • Størsta sjokulátaharan var gjørd í 2010 av einum suðurafrikanskum kunstnara. Hon vigar 3 tons og er yvir 3,5 metrar høg.

Mynd: © biurorekordow.pl

 

  • Í miðøld var vanliga eitt lítið tiltak hildið í kirkjum, har mann m.a. kastaði egg. Presturin kastaði eitt hartkókað egg til ein av kórdreingjunum. Teir kastaðu tað so víðari, og tá klokkan var 12, vann tann, sum helt egginum. Hesin slapp eisini at eiga tað. Herfrá verður hildið, at siðvenjan at rulla egg er komin.

 

  • Sambært kanning í USA eta 76% av fólkinum oyruni av sjokulátakaninunum fyrst. 5% velja føturnar og 4% royna halan.

 

  • Mest selda eggformaða sjokulátan í heiminum er Cadbury creme egg. 1.5 mió. creme egg verða framleidd hvønn dag.

    Mynd: © brightonpebbles.blogspot.se

 

  • Eggini eru freistandi, og kanningar úr Onglandi vísa, at 43% av børnunum eta sítt fyrsta egg áðrenn páskadag.

 

  • Páskir eru elsti kristna høgtíðin.

 

  • Uml. 90 mió. sjokulátaharur verða seldar kring heimin um páskir.

 

  • Páskaliljur verða ofta settar í samband við páskirnar. Krúnubløðini venda niðureftir. Nøkur vilja vera við, at tað er í virðing fyri Jesus Kristus.

 



Mynd: © pixabay.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.