Klumman: Um at standa í kø

Klumman: Um at standa í kø
- So skjótt kassafólkið rópar: ”Kassi 3 er opin”, er býttlingurin, sum stóð aftast, skjótur at yvirhála øll hini, ið ivaleyst hava staðið 10 minuttir longri enn hann
01.04.2016 - 15:30

Tað er tað sama. Eg stilli meg altíð í skeiva kø. Óansæð um eg velji stuttu køina, køina við færri vørum ella ta púra tilvildarligu køina, so verður køin kortini tann skeiva. Maðurin, sum stóð aftan fyri meg og valdi kø aftaná meg, endar altíð við at gjalda áðrenn eg.

 

Eg gangi runt í Rema 1000. Har er bíligt, gott og fjølbroytt. Alt til ymisku typurnar. Skríggjandi barnafamiljurnar, sum fara hurrandi framvið hillunum. Tey, sum ganga beint framvið grønu og politiskt korrektu herligheitunum og enda slevandi uppiyvir kjøtinum og ølunum. Og so glutenfríu og vegetarisku gularótsgnaskandi verðinsidealistarnir, sum ivaleyst hava ”Stop madspild” og komandi saftigu skrellsorteringina in mente, hvørjaferð tey leggja eina yvirøkologiska vøru í syndafullu plastkurvina. Tey, sum hyggja skeivt og smásigrandi at buttutu fólkunum við kaloriufyltu taparavørunum so sum lørdagspitsa, óøkologiskt oksakjøt og barnadrykkir, har skríggjandi litevni sær út til at vera ókorrekta høvuðstilfarið.

 

Eg nærkist so smátt kassanum – og longu køini. Køin, har vit øll standa stillisliga fyri okkum sjálv – á okkara plássi – og bíða inntil tað verður okkara túrur at flasha eksotisku, spesiellu og sunnu matvanarnar. Vørurnar, ið fara rullandi avstað á svarta og neutrala bandinum, sum var tað eitt kultiverað og siviliserað mótashow.

 

Kassi 1 og 2 eru opnir. Og eg rokni, so tað brakar. Hvar sleppi eg fyrst framat? Eg telji, hvussu nógv fólk standa í hvørji kø og taki samstundis hædd fyri, hvussu nógvar vørur tey hava, og um talan er um seinar pensjonistar. Mínir matematisku førleikar leiða meg yvir til kassa 2.

Men áðrenn eg veit av, stendur ein miðalaldrandi kvinna, sum nú skal gjalda, og brokkar seg um ein prís, sum kassadrongurin vegna vantandi kassaroyndir hevur trupult við at broyta. Og so standa vit bíðandi har, ímeðan kø 1 minkar og minkar og minkar.

Eg føli, at tey hyggja bæði sigrandi, háðandi og smáflennandi yvir á okkum býttu og snýttu við kassa 2.

 

Stemningurin er spentur. Fólk hava skund, børn vilja sleppa heim, og uppaftur onnur hava ein stramman pengapung. Og har standa vit so og suffa næstan ljóðleyst.

Knappliga hóma vit øll eina unga kvinnu við Rema-blusu, sum fer sníkjandi yvir til kassa 3. Øll hugsa sum ein: Burdi eg fari yvir? Opnar hon kassan? Eigur onkur annar áðrenn eg? Hvat er snildast? Hvat skal eg gera? Eg geri tað – eg geri tað ikki, ella…

 

Knappliga letur í ungu kvinnuni: ”Kassi 3 er opin.” Hon hevur ikki meira enn sagt ’opin’, so fer ein, sum eg faktiskt ikki havi sæð stillað seg í kø, frekt fúkandi yvir og hálvavegna kastar sínar tungu vørur á diskin, sum átti hann allan kassa 3. Og sum um kassi 3 varð latin upp spesielt til hansara.

Fólk hyggja skjótt aftur og fram, sum um hetta var ein púra ókend støða. Røringur kemur í alla innkeypsfjøldina, og summi fara næstan panisk og mekanisk aftaná hesum slóðbrótandi manni. Restin stendur still og stív á sínum verandi plássi, tí tað er alt ov flovisligt at skifta kø uttan at fáa ein týðiligan fyrimun – tá er betri at vera nonchalant standandi.

 

Alt hetta fær meg at hugsa um, tá ið vit skulu út úr flogførum. So skjótt flogfarið nærkast gate’ini, ja, so reisast øll, sum um eldur var í reyvini. Hurrandi upp eftir taskum, jakkum og øðrum dýrgripum. Og so fer mann oksandi út úr flogfarinum, sum galt tað lívið. Onki við at lata fólk, sum hava sitið frammanfyri ein, fara út fyrst – niks, vit innvadera miðgongdina, sum um hon var smali vegurin til paradís.

 

 

Vanliga ganga vit ikki runt og yvirhála, tá ið vit standa í kø (sjálvt um tað faktiskt hevði verið nokk so stuttligt at roynt). Men so skjótt orðini: ”Kassi 3 er opin” runga í innkeypshølunum, ella so skjótt vit nærkast eini gate, ja, so tykist tað sum um, at allar virðiligar kø-reglur verða settar úr gildi. Øll gerast knappliga lógleys.

Har er eingin klassi. Eingin kø-klassi. Vit eru smálig. Køir gera meg smáliga. Vit berja okkum oksandi fram um øll hini sum nakrir óvirðiligir nalvar. Og við hvørjum endamáli? Jú, vit spara einar tveir minuttir av okkara virðismikla lívi.

 

Tað er ikki serliga kul.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.