- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steik tann perfekta búffin

Vel rætta búffin
Fyrsta stigið er at fara til handils og velja tann rætta búffin. Eitt gott boð er enski búffurin, ið er kjøt av oksasneið. Tú mást gjarna vera kræsin og leita eftir rætta bakkanum - kjøtið skal vera so frískt sum gjørligt; frískt, áleypandi reyður litur - ikki gráur ella døkkur litur.
Áðrenn tú byrjar at steikja
Tak búffarnar úr køliskápinum eina løtu áðrenn, soleiðis at teir ikki fáa hitaskelk á pannuni. Hita pannuna væl og javnt upp, áðrenn tú koyrir feittið á. Lat síðan feittið brúsa liðugt.
Tá búffurin er komin á pannuna
Legg búffarnar á pannuna og gev teimum frið at steikja – ikki venda og hyggja. Tá ið 3 - 4 minuttir eru farnir, vendir tú teimum. Búffarnir verða soleiðis medium-steiktir. Vilt tú hava teir reyðar- ella gjøgnumsteiktar, steikir tú teir ávikavist 2-2,5 ella 4,5-5 minuttir.
Viðmælt verður at krydda slíkar búffar, eftir at teir eru steiktir – heldur enn áðrenn. Koyrir tú salt á áðrenn, dregur tað vatn úr búffinum, soleiðis at hann kókar og harvið ikki fær ta stoktu yvirflatuna. Pipar kann gerast beiskt, um tað verður steikt hart. Harafturat kemur kjøtsmakkurin betur fram.
So bíða til aftaná – meðan búffurin hvílir.
Væl gagnist!
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




