- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Øll hini liðini vóru hægri uppi á altjóða styrkilistanum
U20 menninir megnaðu at koma á eitt triðja pláss í sínum bólki. Fyrsti dysturin varð leiktur fríggjadagin ímóti Montenegro. Hóast ungu føroyingarnir vóru frammanfyri í hálvleikinum og tað mesta av seinna hálvleiki, megnaðu montenegrarnir at koma framum aftur. Pætur Thomsen náddi at javna til 25-25 í skjótálopi beint áðrenn dystarlok.
- Orsøkin til tapið var nokk at vit blíva ov spentir, tá vit kunnu avgera dystin. Vit gera alt ov skjótt av í álopinum, sigur høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, ið skoraði níggju mál í dystinum ímóti Montenegro.
Aftur í eldin
Leygardagin skuldu føroyingarnir aftur í eldin, hesa ferð ímóti Makedonia. Sannlíkt var, at vinnarin av dystinum fekk eitt pláss til EM-endaspælið, av tí at síðsti dystur var ímóti Sveis, ið var hægst styrkismett í bólkinum.
8-8 í hálvleikinum millum Føroyar og Makedonia. Okkara arbeiða sera hart, tvær góðar verjur. Hetta geldur eitt pláss til EM, uff tað er spennandi!!!
Posted by Hondbóltssamband Føroya on Saturday, April 9, 2016
Hálvleiksstøðan var 8-8, og føroysku leikararnir høvdu møguleikan at vinna, men tóku ikki av, skrivar Hondbóltssambandið á Facebook. Úrslitið gjørdist 21-17 til Makedonia.
Síðsti dystur var ímóti Sveis
Uppgávan var heldur ógjørlig, men ungu føroysku leikararnir vístu ágrýtni, og fingu betri málúrtøku enn Montenegro.
- Sveis er eitt lið, ið kappast um at vinna EM, harafturímóti eru vit eitt lið, ið roynir at koma við til EM. Orkan hjá okkum gongur undan í fyrra hálvleiki. Av tí at teir eru fysiskt betri fyri, sterkari og nakað hægri enn vit, ger tað, at vit mugu berjast nógv meira enn teir, sigur Áki Egilsnes.
Úrslitið varð 23-12 eftir 12-7 í hálvleikinum. Hóast teir ikki komu víðari til endaspælið, var kappingin ikki fyri einki. Úrslitið ger, at Føroyar verða hægri styrkismettar til komandi altjóða kappingar.
- Vit skulu arbeiða við okkara álopi og tí fysiska. Hevði mann kunnað gjørt okkurt fyri at blivi eitt sindur hægri, høvdu vit gjørt tað, leggur Áki Egilsnes aftrat.
Ikki nøgdir við avrikið
Hóast øll hini londini vóru hægri á altjóða styrkilistanum, vóru ungu føroysku menninir ikki nøgdir við sítt avrik.
- Hevði tú spurt meg áðrenn kappingina, hevði eitt triðja pláss verið nøktandi, men nú, tá ið vit vóru so tætt við at koma víðari, haldi eg ikki, at vit eru nøgdir, leggur Áki aftrat.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |