- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungir íverksetar við 1.000.000 $ hugskoti
Green Growth er eitt hugskot, ið fimm næmingar úr Handilsskúlanum førdu fram til kappingina Ungt Virki í mars. Prátað var við Conny Nielsdóttir Thomassen, sum er ein av teimum aftan fyri hugskotið.
1.000.000 $ hugskot
Green Growth skal nýta fiskaskarnið til tøðingarevni. Ætlanin er at fara inn á smoltstøðir kring landið og síðan fáa skarnið herfrá. Spurd, um tey longu eru í samstarv við feløg fyri at gera hesa ætlan til veruleika, svarar Conny:
- Har eru faktiskt fleiri aktørar á marknaðinum, ið eru sera áhugaðir í okkara ætlanum, so fortreytirnar áttu at verið sera góðar.
Conny kundi ikki nevna nøvnini á hesum aktørunum, tá ið alt ikki er lagt til rættis enn.
Skarn frá laksi er sjálvsagt vistfrøðiligt. Skarnið vísir seg at vera sera gott tøðevni, og er hetta tískil eisini gott fyri djórini, sum liva av bønum.
- Vit vilja vera grøn og vilja miða ímóti at gera Føroyar og heimin reinari og meira sjálvberandi, har vit fáa sum mest burtur úr okkara náttúrutilfeingi, sigur Conny.
Mynd tikin til galladøgurða eftir kappingina. Eisini vóru myndir tiknar við prins Joachim og prinsessu Marie sama kvøldið.
Frá høgru: Anfinn í Soylu Joensen (18), Andrea Ivalu Heinesen (18), Conny Nielsdóttir Thomassen (35), Brandur, Petur Bláberg (21)
Sera góð úrslit
Green Growth er ikki einans eitt hugskot.
- Vit hava havt fleiri "prototypur", og tað hevur eydnast væl. Vit hava fingið tomatir, sólsikkur og persillu at vaksa í Føroyum.
Conny er ovfarin av prototypunum, tí vøksturin hevur verið so ótrúliga skjótur og góður. Green Growth hevur eisini verið í samband við ein bónda í Føroyum, sum er fúsur til at lata teimum nakað av jørð til at menna fleiri prototypur.
- Hetta er spennandi, tí nú kunnu vit royna enn fleiri sløg í einum størri umráði. Hetta er bert jaligt, soleiðis at vit læra meira um produktið hjá okkum.
Gera um seg í altjóða kappingum
Tann 4. mars 2016 luttók toymið handan Greengrowth í Ungum Virki í SMS. Her vunnu tey kappingina umframt eina peningaupphædd og víðari luttøku til DM. 27. apríl vunnu tey DM í bólkinum "Business & Service." Aftrat hesum vunnu tey eina heiðursløn á 10.000 kr. frá Tønder Energi- og Miljøforbund.
GreenGrowth er nú boðið við til tvær altjóða kappingar í næstum.
Mynd frá ráðstevnu
Kostar 27.7 mió, men fara í gongd
- Tá mann hevur eitt so stórt og spennandi hugskot við so góðum fortreytum, so er upplagt, at farið verður víðari. Hetta er nakað, ið krevur tíð, orku og ikki minst pening, men vit hava góðar vónir um eina grøna framtíð, bæði hjá heiminum og Green Growth.
Til kappingina gjørdi Green Growth eina sonevnda "business plan". Her gjørdu tey m.a. eitt fíggjaryvirlit, og vænta tey, at tað fer at kosta góðar 27.7 milliónir at byrja.
- Bilar, maskinur, tøknilig menning, tilhaldsstað o.s.fr. kostar jú pening, og ja, hetta eru sera nógvir pengar. Her kunnu kappingarnar hjálpa okkum nógv, tí tær gera Green Growth til ein meira áhugaverdan møguleika hjá íleggjarum.
Conny vil tó gera heilt greitt, at virksemið fer at byrja áðrenn, hóast hesin peningurin ikki er til taks. Tey ætla bert at byrja í smærri stigum fyrst.
Ætla sær út á globala marknaðin
Trúgvin á produktið er góð, og ætlanirnar eru stórar. Conny og hini eru sannførd um, at teirra virkið kann gerast stórt, og tey ætla sær út um landoddarnar.
- Tað er sjálvsagt, at vit ætla fyrst at selja til heimamarknaðin og styrkja okkara sosiala net her, umframt at byggja nakað av kapitali upp. Eftir eini trý ár ætla vit tó at byrja í Skandinavia. Hetta krevur góða marknarføring, men hetta trúgva vit fult og fast ber til.
Í løtuni ganga øll fimm á FSH í Handilsskúlanum. Hetta ger tað sjálvandi torførari hjá teimum at byggja eina fyritøku upp, men innan stutta tíð, so verður Green Growth vónandi at síggja á marknaðinum, sambært Conny.
Green Growth er eisini á Facebook, har ein kann fylgja við virksemi teirra.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |