Íverksetan er ein hugburður

Íverksetan er ein hugburður
Les samrøðuna við unga íverksetaran, Halgir Winther Nagata, ið lesur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og starvast hjá eini start-up fyritøku
07.05.2015 - 12:00

24 ára gamli íverksetarin, Halgir Winther Nagata, býr í Keypmannahavn, har hann starvast fyri eina start-up fyritøku, og lesur samskifti og KT á lærda háskúlanum. Hóast ungan aldur hevur Halgir fleiri royndir aftan fyri seg, og hevur hann millum annað stovnað síðuna gaming.fo, billettsøluna eBillett.fo, íverksetanarráðstevnuna Nebula, og útgivið borðspælið Scrabble, á føroyskum. Røddin ger eina samrøðu við Halgir, har hann greiðir nærri frá, hvussu tað er at vera ungur íverksetari.

 

Nær og hvussu byrjaði tín áhugi fyri íverksetan? 

 

Eg havi altíð hildið, at tað er skeg at seta ting í verk, so áhugin hevur verið har, frá tí eg var heilt ungur. Tá eg gekk í barnagarði, fann eg til dømis upp á at opna ein karateskúla fyri hinum børnunum í barnagarðinum. Eg dugdi ikki karate, men tað vistu hini børnini ikki. So frætt sum tey vistu, so høvdu tey nú eitt svart belti.

Tá eg var eitt sindur eldri, royndi omma at læra meg og systkinabarnið at binda. Tó fann eg skjótt útav, at eg hvørki tímdi ella dugdi at binda. Eg hugsaði tí, at systkinabarnið hjá mær bara kundi binda fyri meg, og at eg kundi selja tað, sum hon framleiddi.

 

Eg haldi ikki, at eg hevði ætlanir um at geva henni lut í møguliga yvirskotinum, men tað kom tó ongantíð nóg langt. Tá eg seinni hoyrdi orðið ‘íverksetan’, gjørdist eg varugur við, at tað var eitt orð fyri tað, sum eg altíð havi havt áhuga fyri at gera.

 

Íverksetan og start-ups eru rættiliga trendy í løtuni og eru nakað, sum fólk fegin vilja kasta seg út í. Men fyri meg er tað ikki ein aktivitetur ella eitt endamál, men heldur ein hugburður; ein hugburður til at taka fyrsta stigið, ein hugburður til at royna ymiskt av og at gera ting, júst tí at onnur fólk ikki hava gjørt tað.

 

Hvat var títt fyrsta størri átak?

 

Eitt av teimum størru átakunum var eBillett.fo. Tað er ein nethandil, ið selur billettir til tiltøk kring landið, sum eg rak í nøkur ár, men sum eg seldi, tá eg flutti til Danmarkar.

 

Hugskotið kom, meðan eg sat í eini sofu úti hjá nøkrum vinfólkum og fekk ein rímiliga spontanan tanka, sum ljóðaði: “Her eru so nógv tiltøk í Føroyum, men her er einki samlað stað at keypa billettir til tiltøkini. Tað er tað alla aðrastaðnis. Tað burdi eisini kunna riggað her.”

 

Hugskotið bleiv veruleiki, og eg opnaði eBillett tríggjar mánaðar seinni.  

 

Hvussu ger mann eitt hugskot til veruleika?

Fyrst má man kanna, um eftirspurningurin faktiskt er har. Eg tosaði við fyriskiparar av ymsum tiltøkum sum til dømis av føroysku festivalunum. Eisini tosaði eg við onnur, sum skipaðu fyri konsertum, og spurdi, um tað var nakað, sum tey høvdu brúkt, um tað eksisteraði.

 

Tey søgdu ja, og eftir var tí bara at fara í holt við at gera heimasíðuna. Eg setti meg í samband við ein freelancara, sum síðani hjálpti mær at menna heimasíðuna, og tað var sum so tað.

 

Hevur tú nakrantíð havt eitt hugskot, har ið eftirspurningurin manglaði, ella har hugskotið kanska longu var blivið veruleiki?

 

Alla tíðina. Seinast so seint sum í gjár. Men eg minnist, at fyri fleiri árum síðani lá eg og var um at sovna mitt um náttina. Knappliga fekk eg eitt hugskot og var slett yvirhøvur ikki móður longur. Eg leyp upp úr seingini at skriva hugskotið niður og sá síðani, at mín enski freelancari var online.

 

Eg skrivaði tí beinanvegin til hansara og segði, at eg hevði fingið tað besta hugskotið í søguni. Eg greiddi honum nærri frá, hvat tað var, hvussu tað skuldi virka, og hvussu tað skuldi fara av bakkastokki. Og so svaraði hann: “Áh, meinar tú akkurát líka sum Netflix?” So tað bleiv eg ikki ríkur av!

  

Eru tað ávís økir, sum tú brennir mest fyri?

 

Mín áhugi fevnir øgiliga breitt. Eg havi gjørt alt frá at selja billettir, skipa fyri tiltøkum, menna heimasíður til at útgeva eitt brettspæl. Eg geri tað, sum eg fái hug til, tá eg fái hug til tað.

 

Hetta kann sjálvandi bæði vera gott og ringt í senn. Tað vil millum annað siga, at eg ikki dugi okkurt ávíst handverk sum til dømis sniðgeving ella programmering serliga væl. Men eg havi samstundis eisini fingið sera nógvar og breiðar royndir av tí sama.

 

Hvørjum arbeiðir tú við í løtuni?


Umframt at lesa á universitetinum eri eg settur til at fyriskipa TechBBQ, sum verður størsta start-up ráðstevnan í Danmark higartil. Ráðstevnan verður hildin 20. mai í Operahúsinum, har vit fara at savna saman túsund íverksetarar úr øllum heiminum til ein heilan dag við framløgum, panelkjaki, virðislønum og góðum mati.

 

Hetta fyllir sjálvsagt nógv, men eg havi enn ein langan lista, sum bara veksur við projektum, sum eg kundi hugsað mær at farið í holt við. Enn eru tó bara 24 tímar í hvørjum degi.

  

Nú hevur tú verið búsitandi í Danmark í nøkur ár. Er munur á íverksetan í Føroyum og Danmark?

 

Avgjørt. Tá eg hyggi aftur, síggi eg, at tey flestu átøkini, sum eg gjørdi í Føroyum, vóru ikki serliga nýskapandi. Heldur vóru tey oftast lokaliseraðar útgávur av átøkum, sum hava víst seg at rigga væl aðrastaðni.

 

Aftan á eg flutti til Keypmannahavnar og kom inn í íverksetaraumhvørvið, sum er her, var tað sum frá degi til dags, at míni hugskot vendu sær til ein altjóða marknaða heldur enn ein lokalan.


Har skuldi ikki verið nøkur forðing fyri at gera tað sama í Føroyum. Eg hugsaði bara størri og øðrvísi, tá eg flutti. Onkuntíð skal bara eitt nýtt perspektiv til.

  

Hevur tú nøkur ráð til onnur, sum sita inni við hugskotum, ið tey hava hug til at gera til veruleika?

 

Ja. Ikki hugsa for nógv um tað. Tað týdningarmiklasta er at gera tað. Í ringasta føri ert tú royndina ríkari og enn betri fyrireikað/ur til næstu ferð.

 

Verð heldur ikki bangin fyri, at onnur stjala títt hugskot. Sum heild vilja tey flestu bara hjálpa tær, og um tú fortelur nógvum um tíni hugskot, so hevur tú eftir mínum royndum bara eitt størri netverk, sum kann hjálpa og stuðla tær.

 

Eisini er týdningarmikið, at hyggja út um Føroyar og ogna tær upplivingar aðrastaðni, tí so kanst tú koma í samband við aðrar hugburðir og síggja heimin øðrvísi. Tú uppdagar eisini, at heimurin er eitt ómetaliga nógv størri stað enn 18 oyggjar.

  

Røddin takkar fyri og ynskir Halgir góða eydnu við lesnaðinum og framhaldandi góðan vind í íverksetanarumhvørvinum.

 

Ynskir tú at lesa meira um íverksetanarumhvørvið, so skrivar Halgir tað, sum eitur Startup Brævið, ið er eitt tíðindabræv, har hann savnar leinkjur, spennandi søgur og góð ráð, sum hann sendir út við regluligum millumbilum. Til ber at skriva seg upp til brævið her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.