Krógvaði seg og yrkti eitt vakurt lag

Krógvaði seg og yrkti eitt vakurt lag

Krógvaði seg og yrkti eitt vakurt lag
Lea Kampmann sat einsamøll í kamarinum í Berlin, tá hon yrkti vakra lagið, Missing out
08.05.2016 - 23:30

Lea Kampmann hevur givið trý sjónbandaløg út, sum Raclip hevur tikið upp. Tveir sangir komu út í mars og apríl, og í vikuni varð triði og seinasti sangurin lagdur út á netið. Ólavur Gaard og VInjar Egilsnes Petersen spæla við á øllum trimum løgunum. 

 

Lea  skrivaði sangin, Missing out, tá hon var til eitt vikulangt sangskrivaraskeið í Berlin veturin 2014. Har co-writaðu tey løg tvær ferð um dagin. Tað vil siga, tey skrivaðu tvey løg um dagin við tveimum nýggjum fólkum hvørja ferð.

 

- Tað var mega spennandi og mennandi, men tað var eisini ein nokk so intens venjing við super nógvum inntrykkum upp á ein gang. Eg mátti til tíðir líka trekkja meg aftur og krógva meg eitt sindur vekk fra øllum eina løtu. So tað eina kvøldið haldi eg, at øll inntrykkini, eg hevði samlað seinastu dagarnar, hopaðu seg upp og endiliga sluppu leys og blivu til hetta.

 

- Handlingin má vera upp til lurtaran sjálvan, sigur Lea við einum brosi. 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur